Eldrasambýlið fekk eina henta gávu

Mentanarbólkurin í Hvalba fer nú í søguna og í hesum sambandi hevur sambýlið í Hvalba fingið eina góða gávu frá bólkinum. Bólkurin varð stovnaður í 2002 og hevur síðani skipað fyri fleiri væleydnaðum og vælvitjaðum tiltøkum í Roynhúsinum, sum øll hava verið ókeypis.

Nú M-Bólkurin er givin, átti hann eitt sindur av peningi, og reglugerðin hjá bólkinum sigur, at ognirnar skulu koma eldrasambýlinum í Hvalba til góðar.

Í hesum sambandi var hugnaløta í Sambýlinum leygardagin, har Norðleif við Krógv og Niels Olaf Eyvindsson, ið hava myndað bólkin alla tíðina, handaðu sambýlinum ein stóran flatskíggja og eina spælistøð, ? Nintendo WII sport resort?.

Sjónvarpið er nakað búfólk og starvsfólk hava ynskt sær, men so fingu tey hitt oman á.

Seinni fær sambýlið eina gávu afturat frá bólkinum.

Jannie í Lágabø, økisleiðari í Suðuroy, takkaði fyri gávu. Hon helt, at tað var fløvandi so góðan stuðul, Sambýlið fær frá fólkinum í sóknini.