- Anti-propaganda ímóti eini heilari vinnu

Stjórin í Visit Faroe Islands sigur, at enn hevur einki vanligt ferðafólk latið lív í Føroyum.

Syrgiliga vanlukkan í Svínagjógv nærhendis Saksun í gjár, har ein útlendingar lat lív, hevur blást nýtt lív í kjakið, um ferðavinnuna í Føroyum og hvørs tað er nóg trygt hjá ferðafólkum at ferðast einsamøll í føroysku náttúruni.


Hetta hóast viðkomandi, ið lat í lív í gjár, ikki var eitt ferðafólk, men ein útlendskur plantufrøðingur, ið var saman við øðrum fakfólkum og kannaði umhvørvið.


Á sosialum miðlum er kjakið heitt í løtuni, og ein teirra, ið hevur sagt sína hugsan er Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, ið heldur lítið um, at vanlukkan verður brúkt í kritikkinum av ferðavinnuni. Tað ger hon í einum aftursvari til eina dagføring hjá Jóhan Jógvansson, bónda í Saksun, sum skrivar um vanlukkuna og sigur, at slíkt kann henda oftan aftur. 


- Sera ósmakligt at sjálvt útnytta eina syrgiliga vanlukku til at koyra anti-propaganda ímóti eini heilari vinnu. Nú vísti tað seg ikki at vera talan um “vanlig” ferðafólk hesuferð heldur, men botanikkarar, ið høvdu serstøk ørindir í gjónni, við loyvi frá bóndanum, skrivar Guðrið Højgaard í viðmerkingini á Facebook, og leggur afturat.


- Lat okkum halda okkum til fakta. Enn hevur einki “vanligt” ferðafólk latið lív í Føroyum (í øllum førum ikki so langt eg kenni aftur) og Gud havi lov fyri tí.


Miðlahúsið hevur biðið um eina viðmerking frá Guðrið Højgaard, men hava fingið at vita, at hon hevur onga viðmerking til málið.