Vinnarin kunngjørdur í komandi blað


Vegna verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum hevur Sosialurin valt at útseta lutakastið í kappingini um eina ferð til dystin millum FCK og Brøndby.
Verkfallið hevur havt við sær, at posturin hevur verið nógv seinkaður. Tí eru fleiri brøv til kappingina komin blaðnum í hendi ov seint. Hetta verður tikið eftirtektar.
Ætlanin var, at vinnarin skuldi kunngerast í blaðnum 27. apríl, men hetta verður ístaðin kunngjørt í hósdagsblaðnum.