Framsýnigin er á Áarvegi 14. Talan er um málningar, grafikk og foto, tilsamans 26 listaverk umframt ymiskar plakatir, sum hon eisini hevur gjørt.
Anna Kathrina er útbúgvin fotografur, men dugir meira enn at taka myndir. Í listarligum høpi er hon ikki ókend í Føroyum. Hon hevur havt fleiri framsýningar, bæði her heima og uttanlands. Nú er so aftur høvi at síggja hennara fjølbroyttu listarligu evni á framsýningini við Áarvegin.
Opið er frá allar dagar frá 11-18, tó sunnudagin frá kl. 15-20. Framsýningin er opin til og við 2. juli.