Ivi hevur í eina tíð verið um, hvørt Erik Hamrén fór at halda fram sum venjari hjá AaB. Hann hevur fingið fleiri tilboð frá feløgunum heima í Svøríki, og hann hevur ikki vilja sagt avgjørdur, hvat hann ætlaði sær, tá ið sáttmálin gekk út í ár.
Nú er avgerðin tikin, og Erik Hamrén hevur longt sáttmála við AaB við trimum árum, so at hann stendur á odda fyri liðnum hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen til endan av 2008.
Ítróttarstjórin í AaB, Lynge Jacobsen, fegnast um, at tað hevur eydnast felagnum at leingja sáttmála við Hamrén.
AaB hevur eina spennandi framtíð. Vit hava nógvar evnaríkar splæarar og vit hava fingið ein góðan hugburð millum spælararnar. Harafturat er felagið eisini betur fyri fíggjarliga, sigur Erik Hamrén.