hjá Býráðnum. Í bygdum øki Jens Johannesen á Tvøroyri er ein av teimum, sum hava tikið stig til mótmælini í móti býráðnum. Hann heldur, at tað er heilt burturvið at leggja ruskplássið í tað gamla grótbrotið [...] at fingið tað, sum var, í rættlag. Eigur ongan góðan Jens Johannesen heldur, at sannleikin er helst tann, at ruskplássið eigur ongan góðan, tí tað er flutt runt í kommununi fleiri ferðir. Í fleiri ár [...] tær hvønn einasta tað. Og einaferð stóð tað niðri á keiini. Tað sigur seg sjálvt, at tað kundi ikki ganga. Hann sigur, at táið tað frættist, at ætlanin var at leggja ruskplássið í gamla grótbrotið, fóru
várkappríðingina í Vágum verður ymisk undirhald. Kapping verður fyri old boys. Luttakarnir skulu vera fyltir 35 ár og skulu ikki kappast í aðrari kapping í tvíspor. Eisini fara limir í Vága Ríðingarfelag [...] Her er møguleiki hjá gomlum og ungum bjargarfólki at royna síni roysni. Um kvøldið fer Ungdómsorkestrið í Vágum at spæla, og tað verður eisini barnadiskotek. Kl. 21.30 verður tað stóra bálið tendrað, og [...] royna seg í togtogan ímóti ríðigestum av oynni. Hetta var eisini roynt í fjør, og tá vóru Vágamenn við yvirlutan. Stórt bál Kl. 17 verður ponyríðing og mattombola. Sum nakað heilt nýtt verður eisini tann
ikki spælt í altjóða fótbólti fyrr. Óhepnasti maður í Vági í hesum døgum man uttan iva vera Eyðun Kjærbo, sum keikti fótin undir venjing fyrr í vikuni og hevur gingið á høkjum síðani tá. Sum skilst er hetta [...] dag longur í Kekkia, enn kekkarnir eru í Føroyum, so henda avtalan loysir seg væl hjá VB, sum ikki er av ríkastu fótbóltsfeløgum í landinum. Eisini tí kemur tað væl við, at dysturin verður í Hvalba, tí [...] dystin í dag. Í gjárkvøldið høvdu teir lætta venjing í Vági, og fyrrapartin í dag skuldu teir royna vøllin í Hvalba og eta døgurða saman. Karmarnir skuldu verið í lagi, og so er bert at vóna, at tað fer at
men sum oftast gjørdu vit tað sama sum hini, og fóru í song, tá tað gjørdist myrkt. Ringt var at sovna, tí nú var ongin svalandi vifta, ið maldi undir loftinum, og sjálvt um eingir rútar vóru í vindeygunum [...] líka út í tað kalda myrkagrøna vatnið inni í hellinum. Sólin sá inn gjøgnum eina rivu í loftinum, og vit svumu runt og snorklaðu í tí djúpa hylinum. Har var ongin útskifting av vatninum uttan tá tað regnaði [...] verið við til at eggja øðrum - ungum sum eldri- at fara út um landoddarnar og síggja eitt sindur av heiminum, vit liva í. Tað er ikki so torført sum tað kann tykjast, tað ræður bara um at taka eina avgerð
kongi á Dovrafjøllum, sum er givin tinginum. Í hesum døgum stendur til framsýningar ein málningur av Havnar skansa undir hersetingini, málaður av J. Waagstein. Við tað at Skansin jú í sær sjálvum er eitt [...] Túrurin varð í samráð við løgtingsskrivstovuna. Men ein lítlan tíma áðrenn farast skuldi, varð túrurin avlýstur vegna sjúku. Hetta er nakað sum kann henda. Men at tað er ongin annar, sum kundi gera hetta [...] høvdu ongantíð verið í løgtingshúsinum. Ein av teimum vitjandi hevði eitt sera áhugavert bræv við sær, sum hon ætlaði at lesa í tingsalinum. Hetta bræv varð á fyrsta sinni lisið í tingsalinum henda sama
mikudagin 5. august. Bilurin verður drigin á einum stórum bingo, sum verður í ítróttarhøllini í Trongisvági sunnudagin 9. august, sigur formaðurin. Fáa nýggjan venjara Pengarnir, sum felagið fær inn við lut [...] verandi á toppinum. Men av tí, at tað krevst nógvur peningur at reka svimjifelagið, eins og øll onnur ítróttarfeløg, eru nevndarlimirnir í Tvøroyrar Svimjifelag í somu støðu, sum í flest øllum øðrum ítróttar [...] meiri í veð, enn vanligt er. Tey, sum keypa lutaseðlar frá svimjifelagnum kunnu nevniliga vinna ein heilan bil-ein Ford Ka, sum kostar einar 115.000 kr. at keypa Og tað skerst ikki burtur, at tað ber til
aftur í tíðina so tú sært ein part av tí, sum ein vanligur dagur kravdi av fólki. Tað eru Fornminnissavnið og Heimavirkisfelagið, sum í felag hava tikið stig til at gera eitt livandi fornminnissavn í Hoyvík [...] nútíðarfólki, sum keypa alt, sum tey hava brúk fyri, og tveita alt burtur, sum er brúkt og slitið, kann tað mangan vera trupult at ímynda sær, hvussu stórur partur av gerandisdegnum hjá teimum gomlu í veruleikanum [...] Torgerð Mørkøra, sum er formaður í Heimavirkisfelagnum, sigur, at tað er onki nýtt, at vit vísa ferðafólki, hvussu vit virka pløgg, lutir og amboð burturúr teirri rávøru, sum landið gevur. Tað gjørdu vit á
r blivu hildnir sum gíslar. Vónloysi var stórt, tjakast var um at gevast, men hóast tað standa vit øll her í dag. Og vilja vit í hesum sambandi takka læraranum fyri, at samstundis sum teir stríddist fyri [...] stendur ikki í stað, hvør dagur er ólíkur tí síðsta. Nú tá vit eru komin inn í hesa tøknfrøðiligu øldina, verða krøvini størri og størri til framtíðar útbúgvingarnar. Og møguliga verður tað onkur av hesum [...] vónloysi setti av og á síni spor. Tá var tað gott at merkja, at vit ikki vóru aleina í vónloysis skútuni, men stuðlaðu vit tí hvønn annan, so at vit øll náddu í havn. Og kunnu vit tí taka undir við Hans
virkseminum í skúlanum í framtíðini. Og tað er so rímiligt. Tosað verður eisini um, at vit mugu endurskoða læraraútbúgvingina, so hon samsvarar við tann veruleika, sum vit vilja skal síggjast aftur í fólkaskúlanum [...] gera tað. Tá er so skjótt, at tit í lærarayrki tykkara verða sum bensinsølumaðurin. Fylla á tangan, og so er tað liðugt. Lærarayrkið er so nógv meira. Sannaðu tit ikki tað, er skjótt at tit enda sum áfyllandi [...] sitandi eftir í ljóðaranum, sama hvussu tú vaskar. Tað merkir ikki, at tit skulu tiga, tá ið tit eiga at tala at. Tvørturímóti. Tað verður nú á døgum tosað so nógv um at seta mørk, og orðið verður nýtt eftir
hann fram við hesum í Sunnantíðindi. Tað er nakað í sama stíli, sum tað T.ongla Tummas gav út, Háfjalssólin og Hostasevjan, við frágreiðingum og tættum, sigur Niels Petur - Men tað fløvar, at vágbingar [...] hittu Niels Petur í hugnaligu húsunum vestri í Bø í Vági, har seyður, høsn og hundar tóku ímóti og vit spurdu fyrst, nær hann byrjaði at yrkja. - Tað var meðan eg gekk á læraraskúla í Havnini frá 1964 til [...] táttamentanin tað í dag, hon blómaði jú í sjeytiárunum við V4-skemtisendingum og øðrum? - Um vit fara aftur til Nólsoyar Páll og Sjóvarbondan, so er tað jú broytt so nógv. Tá var stílurin ein annar, tað var jú