Ein átala!

Í góðveðrinum mikudagin 3. juni í ár fóru 20 fólk frá Tilhaldinum í Tórsgøtu 21 í Havn, oman at vitja løgtingshúsið.

Túrurin varð í samráð við løgtingsskrivstovuna.

Men ein lítlan tíma áðrenn farast skuldi, varð túrurin avlýstur vegna sjúku. Hetta er nakað sum kann henda.

Men at tað er ongin annar, sum kundi gera hetta arbeiði, seta vit ein stóran spurning við?

Tí Løgtingshúsið er ikki eitthvørt hús.

Men kanska sum onkur tók til: »Sigur hetta eitt sindur um fólkini sum starvast á løgtingsskrivstovuni, ella kanska er hetta serstakt føroyskt?«

Við allari virðing fyri løgtingshúsinum og tí fólki, sum har starvast, var hetta eitt stórt vónbrot.

Størsti parturin av teimum vitjandi høvdu ongantíð verið í løgtingshúsinum.

Ein av teimum vitjandi hevði eitt sera áhugavert bræv við sær, sum hon ætlaði at lesa í tingsalinum.

Hetta bræv varð á fyrsta sinni lisið í tingsalinum henda sama dag fyri 52 árum síðani.

Við allari virðing fyri okkum sjálvum og tinghúsinum vilja vit átala henda ósømiliga atburð.


Wanja Petersen,

leiðari í Tilhaldinum

í Tórsgøtu 21


P. S. Hetta er brævið.


Føroya Løgting eigur ongan føroyskan málning til at prýða tingsalin við. Har eru tríggir málningar, tveir danskir, sum tingið bert hevur til láns og ein av Sverra kongi á Dovrafjøllum, sum er givin tinginum.

Í hesum døgum stendur til framsýningar ein málningur av Havnar skansa undir hersetingini, málaður av J. Waagstein. Við tað at Skansin jú í sær sjálvum er eitt søguligt stað, og hendan myndin festir eina serliga tíð í Skansans og Føroya søgu, halda vit, at tað hevði verið hóskandi at givið Føroya Løgtingi hana til at heingja upp í tingsalinum.

Málningurin kostar um 1.000 kr., og heita vit her á handilsfeløg í Havn um at seta seg fyri ein part av kostnaðinum. Peningurin verður goldin samstundis við tekningini.


Tórshavn, hin 3. juni 1946

Kj. Mohr, P. W. Háberg