Við Hallu og John á Fiji

Fyrst í oktober mánaða í fjør fóru tey bæði, Halla og John út at fjakka, og leiðin gekk eystureftir.

Seinast hoyrdu vit um New Zealand við forvitnisligum geysarum, og hesaferð snýr tað seg um lokkandi Fiji-oyggjarnar. Við hesi frásøgnini er ein long og spennandi ferð at enda komin.

Tey bæði vilja við hesi frásøgn eggja øðrum - ungum sum tilkomnum - at gera sum tey: tí at ferðast er at liva

Vit flugu frá kalda New Zealandi norður til Fiji tann 24.02 í ár. Tað kendist beinanvegin, at vit nú vóru nærri miðkringinum aftur, tí vit vóru um at kódna, tá vit í cowboybuksum og regnjakkum komu út úr flogfarinum á høvuðsoynni Viti levu.

Fiji hevur uml. 300 oyggjar, men bert 1/3 av teimum eru bygdar. Tær størstu oyggjarnar eru av vulkanskum uppruna, meðan tær smáu ofta eru koraloyggjar. Fólkið er fyri ein stóran part indarar, men koma annars úr mestu londunum rundanum.


MANA ISLAND

Vit høvdu fingið at vita frá øðrum fjakkarum, at um vit skuldu til Fiji, so máttu í hvussu so er fara út á Mana. Tað er soleiðis, at fyri at »uppliva« Fiji, so er neyðugt at fara út á tær smærri oyggjarnar, tí á høvuðsoynni er onki at verða eftir.

Suva býur, sum er høvuðsstaður, var aftrat tí heila raktur av denque-fepri júst tá, so hagar høvdu vit tí ongar ætlanir um at fara. Mana er ein lítil vulkan- oyggj, ið liggur vestan fyri Vitu Levu, og fyri at koma út har, mást tú antin sigla í hesum lítlu plastikkjollunum, ella tú kanst lúgva teg til at at sleppa við tí lítla flogfarinum. Tað er nevniliga so, at á Mana eru 2 backpackers (vallaraheim), og eitt resort, ella fínari hotell. Hetta hotellið heldur seg hava einarætt uppá ferðaseðlarnar út har, so tú mást siga, at tú skalt búgva á hotellinum, so kanst tú koma við. Tey kunnu so ikki senda teg avstað aftur, tá tú ert komin. Flúgvitúrurin út tók bert 15 min., og vit vóru eini 5 fólk. Tað var eitt hugtakandi útsýni vit sóu undir okkum.

Mitt í tí ljósabláa vatninum sóu vit koralriv undir sjónum, og tá vit nærkaðust oynni, sóu vit langt áðrenn fyrst korallir, sum komu nærri og nærri vatnskorpuni, og so síðani hvítur sandur og síðan oyggin við pálmum. Tað var ein ótrúliga vøkur sjón. Ongin var ímoti okkum á »flogvøllinum«, sum í veruleikanum ikki var annað enn eitt gott bussskýli her hjá okkum. Vit fingu so ein smádrong at fylgja okkum til vallaraheimið, og har vórðu vit eisini væl móttikin, men sjálvt um vit høvdu bílagt eitt kamar á flogvøllinum á Nadi, so vistu tey onki um, at vit skuldu koma, og høvdu onki kamar til tann prísin. Vit vóru tó so heppin at fáa eitt betur kamar fyri sama prís.


FIJI TIME

Vit vóru á Mana í eina viku, og dagarnir gingu skjótt. Vit gjørdu sum so ikki tað stóra, uttan at spæla beach-volley saman við/ímóti øðrum fjakkarum. Um dagin var ikki størt annað at gera uttan at liggja á strondini og njóta tað góða veðrið, kanska fara ein túr út frá strondini við masku og snorkli og síggja tað spennandi lívið niðri undir vatnskorpuni, sum jú hevði fangað okkara áhuga á kavi-túrinum í Cairns, Austr. Vallaraheimsvertirnir vóru óførir at skipa fyri ymiskum undirhaldandi fyri gestirnar um dagarnar, og ein dagin tók ein av teimum, Sami, okkum við á ein sonevndan Medicin-walk. Vit gingu ymsa staðni runt oynna, og á vegnum greiddi Sami okkum frá, hvussu oyggjafólkið fyrr í tíðini mátti læra seg at nýta tær »resourssur«, sum nátturan gav teimum. Til dømis vísti hann okkum, hvørji bløð kundu nýtast til at gera forbindingar til liðini, knø, hondlið o.s.v. , ið skuldi fáa tað at lekja skjótari, og eitt serligt slag av greinum, ið tey høvdu brúkt sum tannbust fyrr. Vit royndu tað øll, og fínt riggaði. Síðani gingu vit víðari og komu til eitt annað slag av træi. Og hesi bløðini, segði hann, brúktu tey sum wc-pappír fyrr. Tey skuldu verða serliga bleyt, men tú mátti ansa eftir at velja tær góð bløð og ikki taka tey við holum í. Tað kundi enda eitt sindur óheppið!

Á Fiji hava tey eitt hugtak, sum tey kalla Fiji-time, og hetta er júst tað sama sum okkara føroyska tíð. Vit koma, tá vit koma. Fyri at venja okkum gestir við hetta, flættaði Sami okkum øllum eitt ur, úr pálmabløðum, og tað var okkara Fiji watch. So kundu vit altíð hugsa um tað og nýttist ikki at skunda okkum nakrastaðni. Tey hava ALDRIN skund, og taka tað altíð róligt. Tey siga eitt ávíst tíðspunkt, men tað er altíð bara »vegleiðandi«. Hetta var tó ongin trupulleiki hjá okkum at venja okkum við. Vit kendu okkum sum heima. Næstan.


FISKA HÁV

Á WAYA SEWA

Aftaná hesa góðu viku á Mana fóru vit víðari norður eftir móti eini aðrari oyggj, Waya Sewa. Her var bert tað eina vallaraheimið, sum bygdin á oynni rak. Tað var rættiliga strangt her, tí tú hevði ikki loyvi til at fara yvir í bygdina, uttan tú vart sømuliga ílætin við sarongi niður um knø, og akslarnar fjaldar, tíverrri fingu vit onga frágeiðing um hví.

Tað var eitt sindur øðrvísi. Her meini eg við fjakkarar. Tað var meira friðarligt nú, og kvøldini gingu við at spæla kort, skriva postkort, og læra tey innføddu ymiskar kortsnildir. Tað var sera hugnaligt eisini, tí her var eingin streymur, so tá sólin fór niður var myrkt. Vit fingu nakrar av hesum illaluktandi oljulampunum, men sum oftast gjørdu vit tað sama sum hini, og fóru í song, tá tað gjørdist myrkt. Ringt var at sovna, tí nú var ongin svalandi vifta, ið maldi undir loftinum, og sjálvt um eingir rútar vóru í vindeygunum, so gjørdist tað ikki kalt inni.

Sum sagt var ymiskt at takast við um dagarnar, og tann eina dagin helt John avstað við nøkrum øðrum út at fiska. Teir royndu við tráðu og fingu nakrar løgnar »akvariufiskar«, men so fekk John ein stóran á, og tað vísti seg at vera ein hávur sum var uml. 1,5 m. Hann var eisini tann einasti, sum fangaði nakað, og hávurin smakkaði bara væl til døgurða um kvøldið.

Tíðliga ein morgunin varð skipað fyri gongutúri niðan á fjallið, uppi yvir bygdini: at síggja sólina koma upp. Túrurin niðan var strævin, og onkur gavst á vegnum, men útsýnið av toppinum var alt stríðið vert. Tú sást allar tær umkring liggjandi oyggjarnar, og koralrivini í havinum, og tá sólin kom kom upp, kastaði hon spakuliga ein pyramidu-skaptan skugga á havið. Hetta vara skuggin av sjálvum fjallinum og tað sá sera flott út. Á vegnum niður aftur varð gingið framvið einum avbera stórum kletti, sum tey sjálvandi skuldu klatra uppá. Tað vísti seg so, at hetta var ein av teimum løgnu rinkusteinunum, sum vit jú eisini hava í Føroyum. Tað var eingin frágreiðing um, hví hann rinkaði, og ongin sjónlig orsøk heldur.

Aftaná at hava verið har í 3 nætur kom bátur eftir okkum, og skuldi sigla okkum longur norður til oynna Tawewa. Henda vísti seg at verða nógv tann besta vitjanin hjá okkum á Fiji. Henda oyggin hevði hvíta sandstrond allan vegin runt og korallir somuleiðis. Serliga ein strond skaraði framúr, hon kallaðist Sunset Beach.


RISAKRABBAR

Í SMÁTTUNUM

Vit fingu eina smáttu at búgva í, og fyri at tað ikki skal vera lygn, so lá hon beint á strondini við útsýni yvir havið. Av tí at veðrið er so gott, hava tey hvørki hurðar ella vindeygu, men bert op, fyri at tann kølandi havvindurin kann blæsa ígjøgnum. Inni var ikki meira enn ein dupultsong við moskituneti uppiyvir, men hetta gjørdi onki, tí tað var ikki har vit brúktu tíðina.

Sum á Waya Sewa, so var ongin elektriskur streymur her, men tey høvdu ein generator, ið tey nýttu, tá matur skuldi gerast. Okkara fyrsta nátt í smáttuni var sindur skelkandi. Halla fór tíðliga í song og John var sitandi eina løtu og prátaði við nakrar danir vit høvdu hitt. Sum sagt var onki ljós í smáttuni, so tað var bara at kanna seingina væl og virðiliga fyri smákyktum við lummalyktini, og so hoppa inn undir netið og royna at sovna. Onki lá og goymdi seg í seingini, so Halla legði seg. Eftir at hava ligið still leingi, byrjaði eitt ljóð at skara meira og meira burturúr(tú hoyrir alla tíðina onkur løgin ljóð, tí tað er so stilt), og hetta var eitt sovorðið trippandi ljóð. Sium at sita og ?trilla? við fingraneglinum á borðið. Hetta bleiv so við eina løtu, men tá eg tendraði lummalyktina, var onki at síggja. Tá so John kom í song, hvarv tað eina løtu. Tað bleiv friðarligt, og vit vórðu um at sovna, tá John hoyrir okkurt BEINT frammanfyri nøsini, og hann treiv eftir lyktini og lýsti á veggin frammanfyri sær. Tað var ein risakrabbi - skelin hevur verið einar 30 cm.- ið hevði klatrað upp eftir vegginum í bambussmáttuni. Tað sá ógvuliga stuttligt út, tí teir ganga upp eftir við afturpartinum fyrst, tí teirra megi liggur í fremstu klørnum, sum teir trýsta seg upp við. Hetta eru »landkrabbar«, sum liva í holum í tí bleytu moldini, og koma upp um náttina. Onkuntíð tá vit fóru upp um náttina á vesið, sóu vit, hvussu teir runnu aftur og fram millum pálmatrøðini, og eisini av og á, at teir stóru krabbagoggurnar skiftu goggu.


KAVAÐU Í GROTTUM

Vallaraheimið vit búðu á, gjørdi onkuntíð ymiskar útferðir, og vit fóru tann eina dagin við einum báti til onkrar holur, har vit skuldu kava. Fyrst sigldu vit til eina lítla oyggj, har tað lítla bygdasamfelagið var skipað sum fyrr í tíðini, við einum einaráðandi høvdingi. Vit skuldu so gjalda honum okkurt smávegis fyri at sleppa á land á oynni við holunum, og hetta varð gjørt. Stuttligt var at síggja hesa lítlu bygd við øllum strásmáttunum og øll børnini runnu runt nakin og spældu í sjóvarmálanum. Teu hildu tað vera sera skemtiligt at kasta hvalspýggj eftir okkum. Vit fóru á land á eini hvítari strond, og gingu niðan gjøgnum einar smalar trappur og inn í fjallið. Síðan niður aftur innanfyri og trappurnar gingu líka út í tað kalda myrkagrøna vatnið inni í hellinum. Sólin sá inn gjøgnum eina rivu í loftinum, og vit svumu runt og snorklaðu í tí djúpa hylinum. Har var ongin útskifting av vatninum uttan tá tað regnaði niður ígjøgnum, og teir søgdu frá, at har livdu 3 fiskar í, sum ongantíð sluppu út. Teir vóru rímiliga stórir, og vit bóru eyga við teir. Tað vóru tvær holur longur inni í fjallinum. Fyri at koma inn har máttu vit fara undir, finna inngongdina, ið var eitt op gjøgnum bergveggin og koma uppaftur hinumegin. Hetta hellið var bølamyrkt, og við tí lítlu lummalyktini vit høvdu, bar ikki til at síggja loftið, so stórt var tað. Eitt annað lið av fjakkarum hevði verið har nakrar dagar undan, og tey høvdu verið so heppin, at eitt stórt ferðafólkaskip hevði verið har eisini, og tey høvdu ljóskastarar við, so hellið hevði verið ordiliga upplýst og sera vakurt; bert spell at vit ikki sóu tað so gott.

Um kvøldið vóru vit so heppin at fáa høvi at smakka ta tiltiknu lovo-máltíðina, sum er tann traditionelli Fiji hátturin at gera festmáltíð. Tey gera allan matin, epli, kjøt, høsnarungar og annað í einum ovni, ið er eitt hol í jørðini. Har hava tey kynt eld, og maturin liggur so her niðri í tímar, áðrenn hann verður tikin upp aftur. Hetta førir við sær, at maturin fær ein roykkendan smakk, og okkum dámdi hann avbera væl.

Aftaná at hava verið uml. tvær vikur úti á hesum 3 oyggjum, sigldu vit aftur til meginlandið. Stórur munur er á, og tað var sera trist at skula venja seg við ferðslu og stress aftur. Vit vóru fyrst nakrar dagar í býnum Lautoka, og síðani fóru vit til »ferðamannabýin« Nadi, sum úttalast Nandi. Her búðu vit á einum , fyri okkum , luksushotelli í eina viku, tí hetta hevði svimjihyl, og vit høvdu wc og telefon inni á kamarinum. (Har vóru eisini ein rúgva av kakkerlakkum, men teir tosa vit minni um).

Seinastu dagarnar á Fiji gingu við at síggja vánaligar indiskar filmar í biohøllini, og spæla kort við einum dana vit hittu. Sum heild var okkara fatan av Fiji, at her býr eitt ógvuliga fitt og tolið fólkaslag, sum dugur at skemta sær uttan at noyðast at gjalda eitt oyra fyri tað. Vit gloymdu at nevna at hvørja ferð ein lítil steðgur var í gerandisdegnum, so trivu tey guitarin fram og settu seg at syngja. Eisini eru tey eitt sera Guðsóttandi fólk, sum vit sóu, tá vit einaferð vóru í kikju við teimum. Kórið sang avbera vakurt, og sunnudagsskúla børnini høvdu gjørt einum og hvørjum sunnudagsskúla í Føroyum fyri skommum, so hart sungu tey.

Tað var við tungum hjarta, at vit søgdu farvæl við Fiji, og hildu leiðina heimeftir aftur. Vit hoyrdu um stórkavan, sum hevði herjað um landið, júst um hesa tíðina, so vit óttaðust fyri, at vit fóru at fáa tað ringt við at venja okkum við kuldan aftur.

Hetta var seinasta frásøgn okkara, og vónandi hava tær verið við til at eggja øðrum - ungum sum eldri- at fara út um landoddarnar og síggja eitt sindur av heiminum, vit liva í. Tað er ikki so torført sum tað kann tykjast, tað ræður bara um at taka eina avgerð og so arbeiða fram ímóti, at hon gerst veruleiki. Onkur segði, at lívið er ein ferð, men vit siga: at ferðast er at liva.

Takk fyri okkum og góða ferð

Halla og John