Nú mugu vit tala at. Hetta er so ófantaligt, at tað kann ikki ganga.
Nógv tvørafólk eru so ill um umhvørvispolitikkin hjá Tvøroyrar Býráð, at tey ætla sær ikki longur at sita tigandi og hyggja at.
Tey eru ill um, at Býráðið hevur flutt bingjuplássið hjá IRF út í gamla grótbrotið undir Akursgerði .
Ruskplássið hevur verið úti í óbygdum, langt inni í dalinum Trongisvági, men býráðið hevur nú flutt tað í gamla grótbrotið heilt har úti á Tvøroyri.
Og hetta hóvar tvørafólki so illa, at tey hava savnað undirskriftir inn í grannalagnum ímóti ætlanini.
Men tað hevur ikki rinið við býraðið.
So nú er ætlanin at fara at savna inn undirskriftir um alt Tvøroyri so at tey sum vilja, fáa høvi at mótmæla umhvørvispolitikkinum hjá Býráðnum.
Í bygdum øki
Jens Johannesen á Tvøroyri er ein av teimum, sum hava tikið stig til mótmælini í móti býráðnum.
Hann heldur, at tað er heilt burturvið at leggja ruskplássið í tað gamla grótbrotið. Tí hetta er eitt stað, har nógv fólk kemur og ferð.
Tað er 100 metrar frá kirkjugarðinum, og beint har, fólk, ið fylgja, plaga at seta bilin, tá ið tey fylgja.
Tað er 100 metrar frá fótbóltsvøllinum á Sevmýru og ikki meiri enn 40-50 metrar frá teimum nærmastu sethúsunum.
Og á slíkum stað eigur eitt ruskpláss ikki at verða.
Tað er beinleiðis óetiskt út um alt mark at leggja ein almennan køst so tætt uppat fólki.
Hann sigur afturat, at eftir upplýsingum, hann hevur fingið, er ætlanin at leiða vætuna, sum setur frá ruskplássinum, oman á sjógv.
Tað kann ikki sigast at vera í samsvari við ábyrgdarfullan umhvørvispolitikk, tí vætan, sum setir frá einum ruskplási, sum hesum, kann vera alt frá akkumulatorløgi, gamlari máling, evju úr gomlum súrhoyggi o.s.fr.
Tað, sum rennur frá, eigur tvørturímóti at verða veitt í brunnar og savna saman, so tað kan nverða burturbeint forsvarliga.
Og kann nakar hugsa sær luktin við fótbóltsvøllin, í kirkjugarðinum, og hjá okkum, sum búgva tætt við, táið ættin liggur tann vegin?
Verða illa røkt
Jens Johannesen sigur, at tað, tvørafólk kenna til ruskplássini, verða tey ikki væl røkt.
Tað hevur verið báði skitið og ófantaligt rundanum tey.
Tað sæst m.a. best av, hvussu nógv skaðadýrini eru nørd inni í dalinum í Trongisvági, har ruskplássið hevur verið.
Tað hevur verið eitt paradis hjá rottu, ravni, kráku og likku, sum eru nørd ómetaliga nógv.
Býráðið hevur lovað okkum, at tað skal koma annað skil um bak í gamla grótbrotinum.
Men eg veit ikki, hví vit skulu trúgva teimum, at tað verður frægari, táið vit hava sæð, hvussu tað hevur verið higartil.
Ístaðin fyri at flutt ruskplássið, átti kommunan heilt einfalt at fingið tað, sum var, í rættlag.
Eigur ongan góðan
Jens Johannesen heldur, at sannleikin er helst tann, at ruskplássið eigur ongan góðan, tí tað er flutt runt í kommununi fleiri ferðir.
Í fleiri ár var ruskplássið langt úti í óbygdum inni í dalinum í Trongisvági, og har stóð tað væl.
Hví, tað skuldi flytast er ikki gott at vita.
Einaferð stóðu bingjurnar beint uttanfyri TB - húsið, har ið hundraðtalsfólk skuldi ganga rundanum tær hvønn einasta tað. Og einaferð stóð tað niðri á keiini.
Tað sigur seg sjálvt, at tað kundi ikki ganga.
Hann sigur, at táið tað frættist, at ætlanin var at leggja ruskplássið í gamla grótbrotið, fóru tey, sum búði tætt við beinanvegin til verka.
Vit fingu í eini handavending eini 50 fólk at skriva undir eitt mótmli ímóti ælanini og handaðu teknisku nevnd hjá býráðnum mótmælini.
Tá gjørdu vit eisini býráðnum tann beina, at vit vístu teimum á eitt annað øki, hóast tað ikki er okkara skylda.
Vit vístu á gamla ?bilakirkjugarðin³ í grótbrotinum heilt inni ímóti Hvalbiartunlinum til har betongblandistøðin eisini var.
Tekniska nevnd tók mótmælini til eftirtektar í fyrstu syftu og steðgaði tí fyrireikandi arbeiðnum, sum kommunumenn vóru farin í holt við til ruskplássið grótbrotinum.
Men tað vardi ikki leingi, tí í farnu viku samtykti býráðið einmælt at halda fram við arbeiðnum.
Einaferð afturat
Men Jens Johannesen sigur, at tey ætla sær ikki at gevast so
Nú tað vísir seg, at býráðið ikki virðir 50 undirskriftir, er onki at gera uttan at royna einaferð afturat, sigur hann.
Hann sigur, at ætlanin er nú at savna inn undirskriftir í allari kommununi. Ætlanin er at leggja listar í krambúðir og í stovnar, har ið fólk kunnu skriva seg uppá at mótmæla umhvørvispolitikkinum hjá Býráðnum.
Fáa fleiri ruskpláss
Jens Johannesen sigur, at kommunan eigur at miðja ímóti at savna alla ruskinnsavning á einum stað, heldur enn at spjaða hana sundur.
IRF hevur longu ruskinnsavning í Trøllavík á syðra armi á Trongisvágsfjørði.
Tað eigur og má bera til at fáa eina avtalu við IRF um at kommunan eisini sleppur at brúka tað, heldur enn at hava tvey ruskpláss.
Og nú frættist, at ætlanin er at gera oljuhavn á Drelnesi. Oljuhavnin skal
helst eisini hava eina goymslu av spillvatni, spillolju og øðrum burturkasti.
Tvs, at um stutta tíð hava vit helst trý ruskpláss á Tvøroyri.
Ella hví ikki leggja ruskplássið á Drelnesi, tí hagar skal alt flytast kortini til Smyril.
Jens Johannesen heldur, at gamla grótbrotið, har ruskplássið nú er lagt, er eitt frálíkt øki, og býráðið átti at havt víðari sjónarring enn til at brúka tað til nakað so fantasileyst sum eitt ruskpláss.
Tað kundi t.d. blivið besti tjaldingarpláss (campingpláss) í landinum.
Og einaferð vóru stórir dreymar frammi um at gera tað til ein fótbóltsvøll. Tað kundi eisini blivið til besta fótbóltsvøll í landinum- einaferð, táið ráðini vóru til tað.
Nú eigur býráðið at finna eina varandi loysn á renovatiónsmálinum.Tí henda flytingin, sum hevur verið, kostar eisini pengar. Og eg haldi, at vit beala ivaleyst í skatti til at tað skal søplast burtur, leggur hann afturat.