Í dag klokkan 15.00 trínur VB inn á altjóða fótbóltspallin fyri fyrstu ferð í søgu felagsins. Og samstundis trínur Hvalba inn á henda sama pallin, eisini fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Góða endastøðan hjá VB í landskappingini í fjør hevði við sær, at liðið vann sær rætt til luttøku í Intertoto-kappingini, sum er tann minsta av teimum europeisku kappingunum hjá UEFA.
Lutakastið paraði VB saman við kekkiska liðið Boby Sport úr Brno, sum endaði nummar 10 í kekkisku landskappingini. Føroyar og Kekkia hava spælt móti hvørjum øðrum fleiri ferðir á landsliðsstøði, men í dag verður fyrstu ferð, at eitt føroyskt felag skal spæla móti einum kekkiskum felag.
Føroyska landsliðið hevur tvær ferðir spælt móti Kekkia og tvær ferðir móti fyrrverandi Kekkoslovakia. Kekkarnir hava vunnið allar fýra dystirnar, men teir hava allir verið rímiliga javnir, og størsti kekkiski sigurin var upp á 4-0.
Kanska ein ábending um, at kekkiskur fótbóltur hóskar væl til tann føroyska.
Vágbingarnir eru sum vera man spentir til dystin í dag. Tað eru bert liðskiparin Bjarni Johansen og Milan Culjic, sum fyrr hava roynt seg í altjóða fótbólti. Bjarni hevur staðið í føroyska landsliðsmálinum fýra ferðir, og Kulio hevur tvær ferðir roynt seg á jugoslaviska U18-landsliðnum. Hinir hava ikki spælt í altjóða fótbólti fyrr.
Óhepnasti maður í Vági í hesum døgum man uttan iva vera Eyðun Kjærbo, sum keikti fótin undir venjing fyrr í vikuni og hevur gingið á høkjum síðani tá. Sum skilst er hetta fyrstu ferð í eini tíggju ár, at hann er skaddur, og harafturat hevur hann verið ein tann spentasti av øllum VB-arunum, so tað kundi ikki verið verri. Allir hinir eru klárir til stóru og spennandi uppgávuna, sum liggur fyri framman.
Annars vita vágbingar millum lítið og einki um kekkiska liðið. Tað endaði sum nevnt á 10. plássi í kekkisku kappingini í ár, og allir leikararnir hjá teimum eru yrkisleikarar. Men hóast VB ikki veit tað stóra um Boby Sport, kunnu teir troysta seg við, at kekkarnir uttan iva heldur ikki vita tað stóra um VB.
VB rindar kostnaðin
Í síðstu viku fekk VB grønt ljós frá UEFA um, at dysturin kann spælast á grasvøllinum í Hvalba, og tað var ein stórur bati fyri vágbingar, sum uttan iva kenna seg meira heima í Hvalba enn á Toftum.
Einasta treyt, UEFA setti, var at VB skal syrgja fyri at gera ferðingina hjá kekkunum so lætta sum gjørligt.
Kekkiski hópurin lendi í Vágum í gjár og kom til Suðuroyar í gjárkvøldið, har teir skulu búgva í Øravík, til teir fara avstað aftur í morgin.
Kekkarnir skutu annars upp, at VB rindaði allan kostnaðin fyri teir, meðan teir eru í Føroyum, aftur fyri at teir so rinda kostnaðin fyri VB, tá vágbingar um eina viku fara til Kekkia.
Hetta høvdu vágbingar einki ímóti, tí sum skilst eru hotellprísirnir í Kekkia ikki til at spæla við? Harafturat skal VB vera ein dag longur í Kekkia, enn kekkarnir eru í Føroyum, so henda avtalan loysir seg væl hjá VB, sum ikki er av ríkastu fótbóltsfeløgum í landinum.
Eisini tí kemur tað væl við, at dysturin verður í Hvalba, tí útlitini fyri fleiri áskoðarum eru nógv betri, og so fáa teir eisini størri fyrimun av at hava heimavøll.
Vøllurin í Hvalba er í góðum standi í løtuni. Hann er turrur og slættur, og seinastu fyrireikingarnar til dystin skuldu fáast frá hondini í gjár. Fyri at lúka altjóða krøvini má Royn-høllin innrættast eitt sindur øðrvísi, so skilaveggir eru settir upp til fjølmiðlar o.a.
VB-ararnir hava leingi glett seg til henda dystin, og teir skuldu verið væl fyri til dystin í dag. Í gjárkvøldið høvdu teir lætta venjing í Vági, og fyrrapartin í dag skuldu teir royna vøllin í Hvalba og eta døgurða saman. Karmarnir skuldu verið í lagi, og so er bert at vóna, at tað fer at ganga væl hjá vágbingum í teirra fyrstu altjóða styrkiroynd, sum verður í Hvalba í dag.