Mánadagin kl. 17.00 var Pisufundur hildin á sandinum í Syðrugøtu. Nógv fólk var komið saman á sandinum henda dagin. Veðrið var gott, eitt sindur kalt.
Fuglafjarðar Hornorkestur legði fyri, teir vóru í sera góðum hýri og spældu bæði fosturlandssangir og annan lættan tónleik. Rani Nolsøe úr Klaksvík var gestatalari og síðani talaðu Jógvan Kruse og Jóhanna Olsen.
Vit standa á gáttini til eina nýggja øld og hugsa aftur á 19. august í 1996, tá nøkur smæðin og forvitin fólk hittust á fyrsta skúladegi. Tankarnir vóru nógvir, og vónirnar til ein fjølbroyttan og gevandi part av okkara framtíðar útbúgving lá fyri framman. Vit vóru ógvuliga spyrjandi, tá vit sóu hvussu ymiskir allir hesi fyrstu flokkar vóru. Og ikki minst okkara flokkur, ið var so ymiskur bæði til aldurs og lyndi. Men ikki gekk long tíð áðrenn vit funnu útav, at samanhald gevur styrki. Ójavnt var hvussu mótið var, og vónloysi setti av og á síni spor. Tá var tað gott at merkja, at vit ikki vóru aleina í vónloysis skútuni, men stuðlaðu vit tí hvønn annan, so at vit øll náddu í havn. Og kunnu vit tí taka undir við Hans A. Djurhuus, tá hann sigur:
Stóðu vit saman, Føroya
synir sterku
kundi vit útint, mangt eitt
roysnisverkið,
kundi vit frama, ført til
Føroya landið.
Saman tí standið.
Jólafrítíðin sum skuldi vera ein gleðihátíð bleiv ikki sum ætlað, tí beint aftaná mistu vit vónina um at blíva liðug. Skúlin legðist lamin av verkfalli. Sum ikki einaferð so rakar eitt verkfall altíð tann óseka, og so var eisini hesaferð. Næmingarnir blivu hildnir sum gíslar. Vónloysi var stórt, tjakast var um at gevast, men hóast tað standa vit øll her í dag. Og vilja vit í hesum sambandi takka læraranum fyri, at samstundis sum teir stríddist fyri sínum áhugamálum, eisini hugsaðu um umstøðurnar hjá okkum næmingum.
Í hesum døgum hava fjølmiðlarnir júkað um bankakanningina og uttanlanda-skuldina. Og var frøin stór hjá landsins leiðslu, um at úrslitið av samráðingunum, og endurgjaldini var gott. Hesa tíðina hava vit havt annað at hugsa um, tí vit hava stríðst við próvtøku. Og kunnu vit tí í dag fegnast um okkara úrslit.
Hesi 2 árini hava vit sitið við kunnleikans borð, har borðreitt hevur verið við alskyns heimspeki, søgufrøði og annars øllum tí leskiliga, sum skúlin nú einaferð borðreiður við.
Búkarnir eru fyltir, men svongdin herjar skjótt á aftur, og minnir okkum á at hetta bert er forrætturin, til eina størri máltíð.
Dagurin í dag er merktur av andaðum kenslum. Frøðin og stoltleikin vyir lokið verk eftir tveimum strævnum og tó góðum árum er sera stórur, nú húgvan er komin á høvdið.
Samstundis er sorgblíðna kenslan okkum í huga, tí vit nú fara hvør sína leið og tó óvist er, hvat lagnan hevur at bjóða hvørjum einstakum.
Nú tá vit pisur eru floygdar og flúgva sín veg, er tað tað gagn vit hava fingið av samanhaldinum, tann styrki ið vit merktu av at hjálpast at, ið skal standa sína roynd, alt eftir hvørja lívsleið ein ætlar, hvørja útbúgving ein velur, ella hvat ein velur.
Tíðin stendur ikki í stað, hvør dagur er ólíkur tí síðsta. Nú tá vit eru komin inn í hesa tøknfrøðiligu øldina, verða krøvini størri og størri til framtíðar útbúgvingarnar. Og møguliga verður tað onkur av hesum pisunum, sum kemur at hava sína stóru ávirkan, til frama fyri hett aland og fólk.
Dreymarnar hava vit og sigur Martin Joensen tað so gott í sanginum Morgun.
Viljin er sterkasta svørðið
bítur á harasta stál,
vónin er bjartasti brandur,
lýsir tær veg fram á mál.
Tá koma vit at gleðast hvør á sín hátt.
Til seinast skal eg vegna okkum HFarar ynskja øllum hjartaliga tillukku, bæði pisum, steggjum og bøgum, og takka okkara lærarum og skúlans leiðslu, fyri tíðina ið fór.
Hjartaliga tillukku og takk fyri.