skulu leggja saman til, tí landið hevur í nógv ár tosað um at leggja málsøki undir kommunurnar, men tað verður bara til prát og tí vita vit ikki enn, hvat vit skulu leggja saman til. Delmar Tausen vísir [...] Sumba, Porkeri og í Hovi, í eini viðmerking til fólkaatkvøðuna í Vági leygardagin. Men teir staðfesta samstundis heilt greitt, at hetta merkir ikki, at teir eru til reiðar at samráðast um samanlegging við [...] tvær. Hinvegin vísa teir eisini á, at hetta er teirra egna áskoðan, tí bygdaráðini í teimum trimum kommununum hava ikki tikið formliga støðu til spurningin um kommunusamanlegging. Tvær kommunur er ongin
nýta tann førleika, sum tey fáa her, til okkurt heilt annað. Í hesum døgum verður tosað nógv um nýggju fólkaskúlalógina og um tey krøv, sum hon setur til lærararnar og til førleika teirra at skipa fyri virkseminum [...] iðið undir tí útbúgving, sum tit hava fingið, er ikki at útbúgva tykkum til eina ávísa fólkaskúlalóg, men at útbúgva tykkum til at mennast við teimum avbjóðingum, sum tit fáa í fólkaskúlanum undir skiftandi [...] - heima evnir tín faðir tað til, sum bræddist í hugans eldi Markleys breiðist nú fyri tær fold, við havsins fløtum so víða - faðir tín festir ein heim í bond - at liva til evstu tíða. Tí er neyðugt at
eyga, at felagið hevur keypt húsini. Í tíðindaskrivi greiður Farodane frá, at teir eru av teirri áskoðan, at skeiðsumhvørvið skal vera í lagi, um luttakararnir skulu fáa sum mest burturúr, og tískil hava [...] standard skeið av ymsum slag, men harumframt boðar Farodane eisini frá, at teir ætla at bjóða seg fram til at gera skeið, sum eru sett saman eftir tørvinum hjá einstøku virkjunum.
annað brotsverk, og hann mælir nú fólki til at taka eina mynd av sjálvum brotsverkinum, hava tey eina slíka fartelefon. - Vit hava mælt fólki til at ringja til okkara, síggja tey eitt ella annað brotsverk [...] brotsverk, og hví ikki eisini mæla teimum til at trýsta á knøttin, so telefonin tekur eina mynd? Tað hevði verið óført, høvdu vit fingið fólk til at nýta myndatólið, tá tey síggja ein tjóv, ein álopsmann ella [...] ella okkurt herverk, sigur Per Larsen. Á løgreglustøðini í Aarhus hava tey somu áskoðan. Allan Lind, kriminalovasti, sigur við Jyllandspostin, at har hevur løgreglan fingið nógv burturúr, at fólk ganga
eitt tíðaravmarkað loyvi afturat til kvotu við Eysturgrønland. Men fiskimálaráðharrin hevur tó nýtt sína heimild at økja um veiðuorkuna til rækjuveiðu, við at veita loyvi til útskifting av fyrrverandi "South [...] tí at tosa við fiskimálaráðharran um málið í eini vón um, at ætlan hansara verður løgd til viks til hon er búgvin til støðutakan. Nevndin Jákup Egholm Hansen Jóhan Joensen Olaf Olsen [...] brádliga komu fleiri ára gomul loyvi til sjóndar, sum ongin visti um, og sum eru endað við at blíva ein handilsvøra burturav, umframt at øll hesi loyvi helst koma at føra til, at svartkjaftakvoturnar koma at
talan verið um eitt ógvuliga týðiligt brot frá siðbundna til modernaða samfelagið, og eitt frígerandi rák gerst alt meiri sjónligt, sum kann vera til bæði fyrimuns og vanda fyri skúlan og samfelagið. - Tað [...] næmingar, sum tora at taka stig til ymiskt og koma við egnum meiningum mótvegis farnum tíðum, tá næmingarnir frammanundar vóru bankaðir uppá pláss. Hinvegin ber heldur ikki til at hava 25 næmingar í eini [...] at arbeiða og harvið eisini hvørji krøvini eru til næmingarnir, slær Harder fast. Danski professarin vísir á týdning skúlans at hava eitt greitt útspæl til frama fyri bæði lærara og næming. Við øktari disciplin
møguleiki, sum var ov góður til at lata fara framvið, og tí varð frávik eisini gjørt í vanliga gerandisdegnum hjá miðlunum á hesum ferðum. Pennur, blokkur og telda varð lagt til viks, so skjótt sum venjingin [...] venjingin hendan fyrrapartin var av, og so var bara at fara í bussin. Skrivingin til morgindagsins blað mátti bíða til einaferð á kvøldi, tá vit skulu koma aftur úr Jerusalem. Bíblian er ein gomul bók Væl upplagdi [...] Rafi og aðrar ísraels-menn at hava eina heldur øðrvísi støðu til júst hetta málið. - Tað er meira sannlíkt, at Móses varð førdur beinleiðis til himmals. Ella at grøv hansara liggur onkra heilt aðrastaðni
enn tveir og ein hálvan tíma. Hóast fleiri samrøður í miðlunum, hevði Arne goymt nakrar hendingar til fyrilesturin, har bæði klintrarar og politikarar vóru møttir upp saman við øðrum forvitnum fólki at [...] einum einstøkum limi. - Eg valdi júst hetta felagið, tí tað skuldi hava serliga góðan etikk og eina áskoðan, sum mær dámdi væl. Eitt nú las eg, at ein ferðaleiðari frá hesum felagi hevði brotið sína ferð av
Í frágreiðing til Føroya landsstýri »Sjófarleið til Skotlands« verður m.a. upplýst, at tað ferðast uml. 12000 fólk árliga við Smyrli til Skotlands og at alt í alt er ferðafólkatalið til og frá Skotlandi [...] avlop ? kundi fingist til vega, við at ferðaseðlakostnaðurin varð hækkaður nakað og annars við øktari tænastu. Framvegis kundi tá føroyingurin havt møguleikan fyri eini »bíligari« ferð til eitt land, har gott [...] ábyrgd og viðvirka til loysnir, eisini á nevnda øki, sum í síðsta enda uttan iva fara at roynast samfelagsgagnligar. Mong bíða tí nú, og ynskja at frætta, hvørjar ætlanir landsstýrið hevur til tess at tryggja
vælferðini. Millum annað til barsilskipanina, barnaískoyti til stakar uppihaldarar, betran av fyrtíðarpensjónini, ellis- og røktarheimspláss, Pisa átøk, tiltøk til lesiveik, eykaflokkar til námsfrøði og læra [...] fyri arbeiðsmegina á flakavirkjunum og lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi til vinnuna sum heild, so kunnu hesi tiltøk vera viðvirkandi til, at væntaði stígurin í búskapinum ikki verður so drúgvur [...] skattalættin, í hvussu so er tey fyrstu árini, var viðvirkandi til økta nýtslu og harvið øktum inntøkum til landskassan. Eri sjálv av tí áskoðan, at hesin lætti seinnu árini hevði minni positiva ávirkan á