Fer Vágs Býráð at bjóða hinum kommununum í syðru helvt í Suðuroy á fund at tosa um kommunusamanslegging, fara tær at taka av.
Tað siga sigur bæði borgarstjórin í Sumba, Porkeri og í Hovi, í eini viðmerking til fólkaatkvøðuna í Vági leygardagin.
Men teir staðfesta samstundis heilt greitt, at hetta merkir ikki, at teir eru til reiðar at samráðast um samanlegging við Vág.
Teir siga allir tríggir, at fáa teir fundarboð, fara teir á fund fyri at vita, hvat vágbingar hava at siga.
- Tað er vanligur fólkaskikkur, siga einir tveir av teimum.
Hinvegin skulu vágbingar ikki vænta, at hinar tríggjar kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy, uttan víðari eru sinnaðar at fara undir samráðingar um at leggja saman við Vági.
Bæði borgarstjórin í Sumba, í Porkeri og í Hovi, siga, at skulu kommunur í Suðuroy leggja saman, skal øll oyggin vera ein kommuna og ikki í tvær.
Hinvegin vísa teir eisini á, at hetta er teirra egna áskoðan, tí bygdaráðini í teimum trimum kommununum hava ikki tikið formliga støðu til spurningin um kommunusamanlegging.
Tvær kommunur er ongin loysn
Niclas Hentze, borgarstjóri í Sumba staðfestir eisini, at Sumbar Bygdaráð hevur ikki tikið formliga støðu til kommunusamanlegging.
- Vit hava tosað leyðsliga um tað og vit hava havt tað støðu, at skulu vit leggja saman, skal øll Suðuroy verða ein kommuna.
- Eg dugi ikki at síggja, at tvær kommunur er loysnin, tí tað broytir onki. Í løtunu hava vit tvær stórar kommunur í oynni, sum berjast ímóti hvørjum øðrum, við fimm smáum kommunum sum eygleiðarum. Verður Suðuroy løgd í tvær kommunur, fáa vit framvegis tvær stórar kommunur, sum fara at berjast ímóti hvørjum øðrum, men tá við ongum smáum kommunum sum eygleiðarum.
- Stóri trupulleikin er, at tað eru tær báðar stóru kommunurnar, sum ikki kunnu semjast og ikki fáa tosað saman, leggur hann afturat.
Hann vísir eisini á, at í sambandi við seinasta bygdaráðsval, var fólkaatkvøða í Sumba um kommunusamanlegging og har var stórur meiriluti fyri, at øll Suðuroy skal vera ein kommuna.
Ein kommuna-ongantíð ov skjótt
- Bygdaráðið í Porkeri hevur ikki tikið formliga støðu til samanlegging. Men mín egna meining er, at øll Suðuroy skal leggjast saman í eina kommunu og tað ongantíð ov skjótt, sigur Eli Frederiksen, borgarstjóri í Porkeri.
- Alt annað er heilt burturvið. Verður oyggin ein kommuna, hevur hon ein møguleika at fóta sær, Verður oyggin tvær kommunur hevur hon ongan møguleika, tí so fara hesar báðar kommunurnar at stríðast ímóti hvørjum øðrum og tað er meiningsleyst, leggur hann afturat.
- Sum støðan er nú, verður ikki arbeitt fyri alla oynna, men tað høvdu vit ein møguleika til, verður øll oyggin løgd í eina kommunu, so tað skal verða ongantíð ov skjótt eftir mínum tykki.
Annars hava porkenningar ongar ætlanir um fólkaatkvøðu í Porkeri um kommunusamanlegging.
- Skal fólkaatkvøða verða, mugu fyrimunir og vansar við eini samanlegging lýsast, so at fólk hava okkurt at byggja eina støðutakan á, sigur hann.
Halda fram at togast
Delmar Tausen, borgarstjóri í Hovi, vísur á, at bygdaráðið í Hovi hevur ikki tikið formliga støðu til
kommunusamanlegging.
Hinvegin heldur hann, at bygdaráðið er samt um, at skulu broytingar gerast, skal øll Suðuroy leggjast í eina kommunu.
- Vit hava fingið meiri enn nokk av toganini ímillum norðaru og syðru helvt og við tveimum kommunum fer tað bara at halda fram.
Men hann heldur, at tað er neyðugt at lýsa fyrimunir og vansar við eini samanlegging, áðrenn nøkur støða verður tikin.
- Hinvegin vita vit heldur ikki, hvat vit skulu leggja saman til, tí landið hevur í nógv ár tosað um at leggja málsøki undir kommunurnar, men tað verður bara til prát og tí vita vit ikki enn, hvat vit skulu leggja saman til.
Delmar Tausen vísir eisini á, at hovbingar eru í eini serligari støðu, tí teir eru mitt ímillum og teir samstarva bæði við Vág og Tvøroyri. Men samstarvið er mest við Vág.
Og tá ið hovstunnilin kemur, er tað tað líka langt til báðar býirnar. Leggja vit saman við Vági, eru vit so avskorin frá øllum samstarvi við Tvøroyri, ella øvugt, spyr hann.
Heldur ikki borgarstjórin í Hovi heldur at tað er nakað endamál við eini atkvøðugreiðslu, fyrrenn fyrimunir og vansar við eini samanlegging eru lýstir.
Les meiri á síðu 6.