Við føroyska fótbóltslandsliðnum til Jerusalem. At síggja heilaga og søguríka býin, sum í so nógvar mátar hevur verið ein stórur faktorur í søguskrivingini hjá dagsins samfelag.
Tað var snøgt sagt ein møguleiki, sum var ov góður til at lata fara framvið, og tí varð frávik eisini gjørt í vanliga gerandisdegnum hjá miðlunum á hesum ferðum. Pennur, blokkur og telda varð lagt til viks, so skjótt sum venjingin hendan fyrrapartin var av, og so var bara at fara í bussin. Skrivingin til morgindagsins blað mátti bíða til einaferð á kvøldi, tá vit skulu koma aftur úr Jerusalem.
Bíblian er ein gomul bók
Væl upplagdi ferðaleiðarin á ferðini var Rafi, sum annars hevði verið bilførari hjá FSF-bossunum á ferðini. Upp á sín serstaka hátt - sum oftani eisini var skemtiligur - greiddi væl og virðiliga frá tí mesta, sum var at síggja á leiðini.
Úr Tel-Aviv varð koyrt eftir aldargamla høvuðsvegnum, sum gjøgnum stóran part av mannaættini hevur havt ein ovurstóran týdning fyri handilsvinnuna. Sum bindiliður millum tríggjar heimspartar kundi strategiski týdningurin av Høvuðsvegi 1 neyvan yvirmetast, og tó nógvir og harðir bardagar hava verið førdir um heilaga staðin, so tykist fatanin av hesum millum ísraels-búgvar ikki at vera heilt so gudfrøðilig, sum hon ofta tykist fyri umheimin.
Har er boðskapurin í øllum førum, at valdið á Heilaga býnum í nógvar mátar hevur verið undanførsla fyri bardøgunum. Og at hesir í nógvum førum bert hava havt valdið á týdningarmiklu farleiðini sum endamál.
Søguligu støðini á ferðini til Jerusalem eru eisini nógv í tali, tá koyrt verður eftir gomlu farleiðini. At koyra eftir víddunum, har Gud leiddi Móses og ísraelsmenn á teirra leitan eftir lovaða landinum fær ikki annað enn givið eina serstaka kenslu. At tað so ikki var samsvar millum tað, sum heilaga bókin sigur um deyða Móses og tað, sum Rafi segði liggja til jødisku trúnna, var so eitt annað mál.
Í mósebókunum verður staðfest, at Móses varð jarðaður á Móabs-slættanum, eftir at Gud hevði latið hann skoðað heilaga landið. Grøvn hansara er ongantíð funnin, og tað var júst hetta faktum, sum hevur fingið Rafi og aðrar ísraels-menn at hava eina heldur øðrvísi støðu til júst hetta málið.
- Tað er meira sannlíkt, at Móses varð førdur beinleiðis til himmals. Ella at grøv hansara liggur onkra heilt aðrastaðni. Var hann grivin her á staðnum, so høvdu vit langt siðani funnið grøv hansara, men hóast óteljandi royndir hava verið gjørdar, so er hetta ongantíð hent.
Og tó at onkur í ferðalagnum hevði hug at mótmæla hesum postulatinum við skriftina, so var Rafi ikki at vika.
- Sjálvandi er bíblian í nógvar mátar grundarlagið undir okkara trúgv. Men fyri tað er ikki víst, at hvør tann einasti bókstavurin í bókini er sannur. Tit skulu minnast til, at hetta er ein bók, sum í nógvum førum er skrivað fleiri hundrað ár eftir, at hendingarnar fóru fram. Og tí er ikki óhugsandi, at nøkur frávik hava verið í frásøgnunum gjøgnum ymsu ættarliðini, ljóðaði sannførda frágreiðingin.
Kommersiellur kristindómur
Býurin, Jerusalem, er sum so býttur upp í tveir partar. Fólkavøksturin seinastu góðu 2.000 árini hevur eisini verið stórur her, og tey 700.000 fólkini, sum í dag búleikast í Jerusalem rúmast ikki øll innan fyri gomlu býarmúrarnar.
Nýggjara partin av býnum, har millum annað Knesset sæst, var tí ikki nakað, sum vit høvdu stórvegis stundir at síggja. Ikki meira enn ein skjót gjøgnumgongd frá Rafi, meðan bussurin koyrdi móti gomlu býarmúrunum. Hesir hava sjey portur, har sleppast kann inn, og okkara ferðalag varð ført gjøgnum sonevnda Jaffa-portrið.
At trygdin er í hásæti, var kanska ikki altíð eins sjónligt í Ísrael - sammett við ta fatan, sum umheimurin oftast fær av landinum. Men innan heilagu múrarnar var eingin slingur í valsinum. Tað kom tó okkum til góðar, at vit hesa ferð vóru partur av landsliðshópinum, tí í øllum førum vórðu vit lætt og elegant leiddur uttan um allar vaktarskipanirnar á staðnum.
At kalla upplivingina innan gomlu múrarnar fyri eitt vónbrot, hevði helst verið at tikið dekan ov rívan til. Men hóast søguliga upplivingin í allar mátar var ovurhonds stór, og hóast barnatrúgvin fekk sítt at hugsa um, so slapst ikki undan einari støðugari órógv. Eini órógv, sum groft sagt leiddi tankarnar móti einum kommersiellum kristindómi.
Við ríku søguni er tað sjálvsagt, at Jerusalem er eitt av fremstu - og helst tað fremsta - ferðamálið í Ísrael. Og tí var ikki óvæntað, at hópur av lokalum handilsfólkum høvdu sína støð her. Men tað hóskaði líka sum ikki inn í romantisku hugmyndina, at hetta hevði hug at taka yvirhond. At tú valla kundi ganga fimm fet, uttan at verða órógvaður av handilsfólkum, sum vildu selja tær eitthvør tinganest, ella kanska veksla ein bunka av amerikonskum dollarum til lokalu sheklarnar. Og tað var ikki frítt, at tankarnir leitaðu til Matteus evangeliið, har Jesus ruddaði halgidómin: Og Jesus fór inn í halgidóm Guðs, og hann rak út allar teir, ið seldu og keyptu í halgidóminum; og borðini hjá teimum, ið vekslaðu pening, og sessirnar hjá dúvuseljarunum koyrdi hann um koll. Og hann sigur við teir: »Skrivað stendur: Hús mítt skal nevnast eitt bønhús; men tit gera tað til eitt ránsmannabøli.«
Vinarligi pólverski presturin
Sjálvar handilsbúðirnar vóru tó ikki longur eitt órógvandi element, tá komið var á Golgatha. Staðið, har Jesus Kristus læt sítt lív fyri okkara syndir.
Men handilsgerðin - ella kanska er turisman eitt betri orð - av kristindóminum tóktist tó eisini at hava sett sín dám á hendan heilaga partin. Í dag er eitt slag av templi bygt á heyggin, har katólska trúgvin staðfestir, at krossfestingin fór fram, og ikki óvæntað høvdu hópatals fólk sína gongd her. Bæði ferðafólk, sum bara vildu uppliva staðið, men eisini lokalir íbúgvar, sum høvdu sína bønargongd á staðnum. Og kanska var tað á sín hátt eisini hetta, sum í nógvar mátar órógvaði myndina av staðnum.
Eitt stásiligt tempul við alskyns glæstrimyndum, ljósum og roykilsi er ikki júst tað, sum ein kølin norðbúgvi setir í samband við spartanska liviháttin, sum Jesus í nógvar mátar er eitt slag av eksponenti fyri. Har krossurin í síni tíð stóð, fekst tú syndanna fyrigeving við at halda hondini at einum steini, sum ongantíð varð fluttur, hóast templið seinni er bygt her. Og eg, sum helt, at tað var líðingin hjá Jesus á Krossinum, sum reinsaði syndir okkara og ikki sjálvt staðið, har hetta hendi!
Á sama hatt sóust fólk tilbiða steinin, har Jesus likam varð lagt, eftir at hann var tikin av krossinum, og tá sjálv grøvin skuldi vitjast, var - ikki óvæntað - mest sum óatkomuligt fyri fólki. Til stuttleikar kann sigast, at aftur her komu vit at kenna tær sertreytir, sum fylgja við, tá ferðast verður í slíkum ferðalagi. Við grøvina, har ein lítil kirkja í dag er bygd, stóð ein prestur á varhaldi. Hesin bæði ansaði eftir, at øll ikki rokaðust inn í grøvina í senn, eins og hann syrgdi fyri, at tíðin inni í sjálvari grøvini ikki gjørdist ov long. Øll skuldu jú helst hava møguleika at sleppa framat.
At byrja við tóktist pólski presturin at vera ógvuliga stívrendur, men brádliga kom hann eftir, at hetta var føroyska fótbóltslandsliðið, sum stóð og bíðaði. Tað skuldi vísa seg, at presturin í fleiri ár hevði virkað í Danmark, og at hann tí kendi nakað til Føroyar. Og so kundi tað illa ganga nóg skjótt. Tey, sum stóðu fyri okkum í røðini vórðu hampuliga avgjørt biðin um at skunda sær, og gjørdu tey ikki tað, fingu tey eisini av at vita. Verti legði hann í, at hesi ikki vóru liðug við bønir sínar, tí føroyska fótbóltslandsliðið kundi ikki soleiðis standa og bíða. Sjálvir fingu vit bara vinarliga at vita, at vit ikki máttu nýta alt ov langa tíð, og tá seinasti parturin av ferðalagnum var liðugur, fekst eitt stórt smíl við á vegnum úr annars grótfasta andlitsbráðnum.
Ivamál um staðið
Hetta er staðið, sum tey rópa Cooks Golgatha
Tað Golgatha, sum føroyski landsliðshópurin vitjaði á ferðini, er staðið, har katolikkarnir stafðesta, at Jeus varð krossfestur.
Tað eru tó ikki øll, sum eru samd í, at júst hetta var rætta staðið. Fleiri halda, at søgugongdin í bíbliuni ikki samsvarar við, at øll støðini liggja so nær hvørjum øðrum, og fyri hundrað árum síðani fingu hesi eisini nakað at styðja sína áskoðan við.
Golgatha merkir í veruleikanum skøltur, og ein dagin, sum bretski obersturin, Gordon Cook, sat og hugdi út yvir Jerusalem, varð hann varugur við ein heyggj, sum í skapi líktist einum skølti.
Honum rann til hugs merkingina av orðinum, Golgatha, og hann helt, at tað eins væl kundi verið her, at Jesus varð krossfestur og grivin. Tá kanningar vórðu gjørdar á staðnum, varð eisini komið fram á tríggjar grøvir, og av hesum var ein tóm.
Stórur partur av protestantum hava eisini tikið hetta til sín, og tí er talan nú um tvey støð, har tú kanst síggja Golgatha. Hvat staðið so er tað rætta, er so upp til trúnna hjá tí einstaka.
-mørk









