Farodane bjóðar skeiðtænastu

Farodane hevur sum liður í arbeiðinum at útbyggja tænastuvirksemi sítt, sett á stovn egna skeiðtænastu

Fyri stuttum ognaði Farodane sær húsini í Skótarók, sum best munnu vera kend sum húsini hjá Kára Müller.

Farodane hevur seinastu tíðina arbeitt við at seta á stovn eina skeiðtænastu, og er tað við hesum fyri eyga, at felagið hevur keypt húsini.

Í tíðindaskrivi greiður Farodane frá, at teir eru av teirri áskoðan, at skeiðsumhvørvið skal vera í lagi, um luttakararnir skulu fáa sum mest burturúr, og tískil hava teir gjørt av keypa eini hús av hesum slag.

Arbeiðið við at innrætta hølini er farið í gongd, og fyrstu skeiðini skulu eftir ætlan haldast fyrst í apríl mánaði. Sum skilst, verður talan standard skeið av ymsum slag, men harumframt boðar Farodane eisini frá, at teir ætla at bjóða seg fram til at gera skeið, sum eru sett saman eftir tørvinum hjá einstøku virkjunum.