Figgjarlógin 2008

Samgongan hevur nú lagt fram uppskot til fíggjarlóg fyri 2008. Henda fíggjarlóg er ørðvísi á fleiri mátar. Hon er í veruleikanum bert galdandi fyri ½ ár og tí kann vera ringt at hóma eina broytta kós í fíggjarpolitikkinum og raðfestingunum.

Samstundis er hon er fyrsta fíggjarlógin hjá eini nýggjari samgongu.

Føroyar partur av altjóða samfelagnum

Sum tað framgongur av samgonguskjalinum, so hevur henda samgongan sett sær fyri, at Føroyar skulu vera veruligur partur av altjóða samfelagnum. Gongdin í heiminum er, at búskapurin í øllum londum verður meira og meira altjóðagjørdur, hetta merkir, at um vit vilja tað ella ikki, so verða eisini vit í Føroyum ávirkað av gongdini úti í heimi. Stóri prísvøksturin á olju og órógvi á heimsins fíggjarmarknaðum eru hendingar, ið alt størri mun eisini ávirka okkum og hesin ótryggleiki ger tað torført at spáa um hvussu búskapargongdin fer at vera komandi árini.Vit hava eitt gott samfelag við einum vælferðarstøðið ið, er nógv ment seinasta valskeið. Ferðin á búskapinum hevur verið sera stór seinastu árini, útlit eru ikki til somu ferð í ár og næsta ár, hóast hetta er ongin orsøk til at stúra. Sambært búskaparmeting landsbankans so verður roknað við einum búskaparvøkstri í 2008 á 4,7 % og metir fíggjarmálaráðið sama vøkstur. Ein vøkstur á hesari stødd verður vanliga roknað sum stórur, hóast hann er minni enn árini frammanundan.

 

Avbjóðingar og støðan í vinnuni

Seinastu árini hava bæði tilfongisvinnan og byggivinnan víst á, at teimum væntar arbeiðsmegi. Tí hevur samgongan lagt uppskot fram, ið ferð at gera tað lættari hjá vinnuni at fáa útlendska arbeiðsmegi. Samstundis hevur samgongan strongt á partarnar á arbeiðsmarknaðinum um at fara undir samráðingar um ein fastlønarsáttmála innan flakavinnuna.

Eydnast tað at fáa eina fastlønarskipan, so er hetta eitt stórt frambrot fyri føroysku arbeiðarafjøldina. Tí er tað mín vón, at partarnir vísa neyðuga viljan og fáa semju um eina skipan. Um tað eydnast at fáa meira skipað viðurskifti fyri arbeiðsmegina á flakavirkjunum og lættari atgongd til útlendska arbeiðsmegi til vinnuna sum heild, so kunnu hesi tiltøk vera viðvirkandi til, at væntaði stígurin í búskapinum ikki verður so drúgvur, sum nøkur vænta.

 

Framtíðarútlit

Hví hevur tað so stóran týdning, eisini fyri Javnaðarflokkin, at varðveita vøkstur í búskapinum. Tað sum er avgerandi er, hvat vilja vit nýta búskaparvøksturin til, vilja vit nýta hann til meira sjálvbjargni, meira forbrúk hjá tí einstaka ella meira vælferð.

Javnaðarflokkurin leggir stórsta dentin á at varðveita og útbyggja okkara vælferð, hetta er ein stór avbjóðing tí vit vita øll, at okkara vælferðarskipannir vera settar alt meira undir trýst, her heima eins og í londunum rundanum okkum. Tí er tað ein spurningur, sum vit mugu taka støðu til, hvussu vit skipa okkara vælferðarskipannir í framtíðini, skulu tær vera fyri øll uttan mun til inntøku ella skulu vit leggja dent á meira samhaldsfesti í hesum skipanum.

Útreiðsluvøksturin hjá tí almenna síðstu fýra árini hevur verið stórur. Tað áhugaverda er, hvat er nýtslan farin til, eg kann nevna skattalætta, rentustuðul, útbygging av vælferðartænastum og skúlaverkinum.

Skattalættan, ið skuldi kosta 240 mió men vísti seg at kosta nógv meira.

Rentustuðulin er ein útreiðsla, ið land og kommunur bera. Útreiðslurnar hjá landinum til rentustuðul eru nærum tvífaldaðar frá 56 mió í 2004 til 101 mió í 2008. Orsøkirnar eru hægri renta, fleiri útlán og longri avdráttartíðir.

 

Hvørjar tænastur og skipannir kunnu vit vera fyriuttan

Viðvíkjandi skattalættanum kann ein spyrja seg sjálvan, um tað var rætt ella skeivt at lata so stóran skattalætta. Tað er tó ógvuliga sannlíkt, at skattalættin, í hvussu so er tey fyrstu árini, var viðvirkandi til økta nýtslu og harvið øktum inntøkum til landskassan. Eri sjálv av tí áskoðan, at hesin lætti seinnu árini hevði minni positiva ávirkan á búskapin. Umframt tað at hann vendi sosialt skeivt.

Viðvíkjandi rentustuðlinum kunnu vit eisini seta spurningin, kundu vit verið hann fyriuttan? Ongin ivi er um, at rentustuðulin hevur verið viðvirkandi til høgu húsaprísirnar og til at húsarhaldini í nógvum førum hava longt síni lán so tey gerast nógv seinni skuldarfrí enn áður.

Tó kunnu vit ikki síggja burtur frá, at rentustuðulin í dag er trygdin fyri at nógvar familjur kunnu hava tak yvir høvdið. Hesa fortreyt kann ein ikki broyta men spurningurin er, um vit ikki skulu hyggja eftir, um tað eru aðrar óhepnar fylgir av skipanini, ið kunnu broytast uttan at broyta verandi fortreytir.

Viðvíkjandi vælferðartænastunum er spurningurin: Vilja vit, ella kunnað vit, sum eitt nýmótans samfelag lata vera við støðugt at útbyggja eldrarøkt, heilsuverk og aðrar vælferðarskipannir.

Og er tað møguligt at leggja seg eftir at gerast eitt samfelag á einum høgum vitannarstøði uttan framhaldandi at menna okkara skúlaverk. Hetta eru viðkomandi og átroðkandi spurningar, ið vit mugu fyrihalda okkum til.

 

Endurskoða almenna sektorin

Tá ið hetta er sagt, so er tað samstundis greitt, at vit framhaldandi ikki kunnu hava líka stóran vøkstur í nýtsluni sum vit hava havt higartil. Tí mugu vit endurskoða almennu skipaninar og broyta tær skipannir, ið ikki virka eftir ætlan.

At endurskoða almenna sektorin tekur longri tíð enn fíggjarárið 2008, vit mugu síggja hesa endurskoðan í einum longri perspektivi, helst øll fýra árini, ið henda samgongan situr.

Sæð í hesum ljósið er kanningin av Landssjúkrahúsinum, har útgreinað verður kostnaður og útreiðslugongd, ein góð byrjan. Men hon gevur lítla meining, um vit bert hyggja at Landsjúkrahúsinum. Hetta eigur at vera ein byrjan, ið kemur at umfata allan almenna sektorin. Á henda hátt kunnu vit fáa staðfest, hvat ið raksturin av okkara samfelag veruliga kostar, og á hvørjum økjum vit kunnu fáa meira fyri minni.

Vøksturin í rakstrarútreiðslunum frá 2007 til 2008 er á 7,4%, er ein stórur vøkstur, og hóast tað, siga øll seg fáa ov lítið. Hesar útsagnir bera boð um, at endurskoðan er neyðug. Tamarhald má fáast á rakstrarútreiðslunum. Tí mugu allir stovnar spyrja seg sjálvan, fáa vit nokk burturúr tí játtan, vit hava, ella kann meira fáast burturúr. Eg eri vís í, at nógva staðni kann meira fáast fyri minni ella tað sama. Tað krevur nýhugsan og umhugsni innan almenna sektorin.

Hetta er ein langtíðaravbjóðing sum vit ikki bert kenna í Føroyum, men eisini innan almenna sektorin í londunum kring okkum. Skjótari vit taka avbjóðingina upp á okkum, betur vera vit før fyri at loysa trupulleikan.

 

Samanumtøka

Henda fíggjarlógin ein yvirgangsfíggjarlóg, raðfestingarnar hjá hesi samgonguni eru bert 23 mió, restin er framskrivingar av virksemi samtykt seinasta valskeið.

Hóast uppraðfestingarnar hjá samgonguni ikki eru stórar í krónum og oyrum, so fata tær í ein stóran mun um tey økir, ið vit meta sum nær tengd, um ikki fortreyt fyri vælferðini. Millum annað til barsilskipanina, barnaískoyti til stakar uppihaldarar, betran av fyrtíðarpensjónini, ellis- og røktarheimspláss, Pisa átøk, tiltøk til lesiveik, eykaflokkar til námsfrøði og læraraútbúgving.

Øll hesi tiltøk, vísa, at sjálvt um henda fíggjarlógin ikki av álvára hevur fingramerkini hjá nýggju samgonguni, so eru tó nøkur peilimerkir at hóma, ið so avgjørt vísa rætta vegin.

Stórar avbjóðingar eru fyri framman, vit eru á veg inn í ein meira normalan búskaparvøkstur. Kynstrið er at varðveita og útbyggja tað, ið hevur týdning at varðveita og menna í einum nýmótans vælferðarsamfelag og at sleppa okkum av við, ella broyta skipanir, ið ikki tæna vælferðini.