Ferðafrásøgn frá Mount Everest

Arne Vatnhamar hevði goymt fleiri góðar søgur til frásøgnina í Norðurlandahúsinum, um túrin upp á heimsins hægsta fjall

236 fólk vóru og lurtaðu eftir Arna Vatnhamar, tá hann greiddi frá síni ferð upp á heimsins hægsta tind í Norðurlandahúsinum.

Áskoðararnir fingu at síggja fantastiskar myndir frá leiðini upp á toppin, saman við eini nemandi frásøgn, ið ongantíð kendist ov drúgv, hóast hon vardi í meira enn tveir og ein hálvan tíma.

Hóast fleiri samrøður í miðlunum, hevði Arne goymt nakrar hendingar til fyrilesturin, har bæði klintrarar og politikarar vóru møttir upp saman við øðrum forvitnum fólki at lurta og síggja myndir frá túrinum.

Millum áhoyrarnar vóru millum annað Kaj Leo Johannesen, løgmaður, og tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni. Harumframt var stórur áhugi millum føroyskir fjallaklintrarar, ið vóru møttir í stórum tali.

Og nógv góð ráð vóru helst at finna fyri tey, ið hava áhuga fyri tílíkum verkætlanum. Millum annað hevði leirvíkingurin ringar royndir við felagnum, sum hann hevði valt at skipa fyri sínum túri.

Ferðaleiðarin var ikki nóg professionellur, og tað merkti Arne Vatnhamar upp á sín kropp, eitt nú tá ferðaleiðarin fór at fjeppast uppi í einum kvinnuligum klintrara, sum var við, og tí misti sítt rætta fokus, sum átti at verið á øllum bólkinum og ikki á einum einstøkum limi.

- Eg valdi júst hetta felagið, tí tað skuldi hava serliga góðan etikk og eina áskoðan, sum mær dámdi væl. Eitt nú las eg, at ein ferðaleiðari frá hesum felagi hevði brotið sína ferð av fyri at bjarga einum manni, sum var komin illa fyri og var einsamallur uppi á Mount Everest, greiddi Arne Vatnhamar frá. Hetta er als ikki vanligt á Mount Everest, har tey, ið koma so illa fyri, at tey ikki klára at ganga, vanliga ikki kunnu vænta sær hjálp at koma niðuraftur, nakað sum tey yvir 200 líkini á fjallasíðuni eru prógv um.

Felagið var tó eitt stórt vónbrot fyri Arna. Millum annað hevði hann fingið at vita frá ferðaleiðaranum, at allar sherpaðir (t.e. hjálparmenn) høvdu heilivág fyri vætu í lungunum og á heilanum uppi á sær, men hetta var als ikki rætt. Tað fann hann útav, tá hann skuldi brúka heilivágin.

- Eg bleiv øgiliga bangin og óður. Eg hugsaði, hvat fanin billar hann sær inn, segði Arne Vatnhamar, tá hann skuldi greiða frá kenslunum, hann hevði, tá hann stóð ovast á Mount Everest, og ikki fekk luft. Ferðaleiðarin sjálvur var farin víðari saman við kvinnuliga klintraranum, tá Arne kom oman í nærmastu leguna, og hann fekk tískil ikki tosað við hann aftur.

Arne kendi seg sannførdan um, at sherpaðin eisini væntaði, at tað fór at enda galið hjá honum, tí hann byrjaði at taka seg eitt sindur burturfrá, meðan teir gingu oman, helst fyri at geva Arna ”frið at doyggja”. Men Arne hevði ongar ætlanir um at geva upp, og stríddi seg oman í leguna undir 8.000 metrar, har hann fekk tað betur.
 
Umframt myndir frá túrinum, vóru fleiri kykmyndabrot, millum annað av Arna, tá hann kemur, nóg illa gonguførur, omanaftur í fyrstu leguna undir 8.000 metrar.

Tey, ið ynskja at hoyra frásøgnina hjá Arna Vatnhamar, hava møguleikan í høllini á Eiði 3. august kl 19. Atgongumerki kunnu bíleggjast um teldupost eidi@eidi.fo ella á tlf 200400.