kundi gerast. Hansara hugsan var, at Velbastaður skuldi varðveita sítt sermerki sum ein bygd og tí heldur hann ikki, at ein vanlig útstykking við einum longum vegi, og húsum báðu megin við, var loysnin. Heldur [...] tikin um, hvat grótið skal brúkast til. Ein tanki hevur verið at brúka grótið til at útvega fleiri byggiøki við tí endamáli at veksa um bygdina. Í tí sambandi hevði ein arkitektur spælt sær við nakrar tankar
gongur smidligari nú. Og nú kunnu vit eisini frøast um, at ítróttarhøllin, sum verður bygd upp í skúlan, verður reist ein av hesum døgunum. Spennandi verður, tá hon verður liðug og tikin í brúk í summar, til [...] Undanfarna býráð í Havn tók nógvar stórar avgerðir og gjørdi nógvar skilagóðar íløgur, og ein av teimum, ið veruliga skarar framúr, er brúgvin um Sandá. Í sjálvum sær er hon eitt listarverk og er eitt [...] gjørdu brúnna, vóru tað fleiri, ið settu spurnartekin við, hví vit gjørdu eina brúgv júst har, og ein annar spurningur var eisini, hví vit løgdu higartil størsta skúlan í kommununi uppi á Hamrinum. Einfalda
verða gingin, og har fjallgongur, fletting og seyðaprát fyllir nógv kring um í bygd og bý. Alda Egilstrøð Magnussen, ein av fyriskiparunum, vísir á, at seyður og fletting eisini seta sín serstaka dám á [...] fyrilestrum, og í kvøld er pallborðsfundur og felags Gekka-spæl í miðhøllini í skúlanum. - Hetta er ein tíð, sum mong gleða seg til, og her á Eiði vilja vit gera burtur úr hesum. Hetta er tíðin, tá skurðfjøllini [...] serstakliga lagalig. Vit hava ruddað nøkur av neystunum og hava gjørt tey hugnalig. Hon sigur, at ein kúgv verður flett Eysturi á Hamri tíðliga seinnapartin í morgin, og hetta er triðja árið, at kúgv verður
- 14. Hetta er ein so stórur dagur fyri so nógvar føroyingar, sum hava bíðað í 32 ár fyri at sleppa aftur at drekka góða gamla Elephantin. Vit kunnu ikki bara tí at 1. apríl er ein sunnudagur vera [...] í Havn, sum hevur fingið undantaksloyvi er, at slík mál hava størstan týdning fyri havnarfólk. Á bygd hugsa fólk øðrvísi. Tey fara í kirkju og á møti, og teimum kemur als ikki til hugs at drekka øl sunnudag [...] Eg havi eisini sagt við Allan Skaalum, at landsstýrið bara vil gjalda fyri 100 tey fyrstu, sum fáa ein ókeypis »six-pack« av Elephanti, sigur hann. Allan Skaalum, stjóri í Rúsini er sera fegin um hetta
Poul Michelsen, at í 2008 gjørdi ABC-samgongan avtalu um at orða ein økismenningar- og útoyggjapolitik. Hesin politikkur skuldi tryggja ein rættan og virðiligan máta at gera møgulig inntriv í almennt virksemi [...] Poul Michelsen fer á tingfundi í dag at spyrja løgmann um orsøkir til at flyta stovnar úr Havn út á bygd. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin í vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hava gjørt [...] einum fyrispurningi frá undirritaða í samband við, at Strandfaraskip Landsins vórðu flutt úr Havn, at ein yvirskipaður økismenningar og útoyggjapolitikkur skuldi orðast soleiðis, at øll kundu kenna seg trygg
Hóast ikki fullfíggjað, so er ein hampilig sosial javnvág, sum fyribyrgir ov stórari ónøgd og harvið eisini ófriði. Tí eru hesi samfeløg eisini friðarlig samfeløg. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit í [...] Bjørt Samuelsen, tingkvinna --------- At umleggja okkara skattaskipan til flatan skatt, verður ein grundleggjandi uppgerð við okkara vælferðarsamfelag. Gjógvin millum vælbjargin og fátøk fer eftir fáum [...] Føroyar verða eitt rættuligt stættarsamfelag. Nýggja samgongan hevur tvey aðalmál. Annað er at geva ein trivaligan skattalætta, ið einki gevur teimum, sum tørva mest. Eitt pikka líti sindur til tey í miðjuni
tjodveldi.fo/ingi Hetta er ein beinleiðis reingjan av tí veruliga boðskapinum. Einum boðskapi, sum gongur út upp á, at forsøma politikararnir at útbyggja miðstaðarøkið, so verður tað ein vanlukka fyri alt landið [...] rýma av landinum. Men tað merkir sjálvandi ikki tað sama sum at avtaka útjaðaran. Tvørturímóti so er ein sterkur miðstaður FORTREYTIN fyri at útjaðarin kann mennast. Eg smæðis ikki við at siga at bygdarlívið [...] bygdarlívið er sjálvur mergurin í føroyska samleikanum. Uttan eitt livandi bygdarlív, eru Føroyar ein skuggi av sær sjálvum. Og tí skulu vit sjálvandi gera alt, ið gerast kann fyri at skapa trivnað, varðveita
stovnað sína fyritøku. Í sniðgevingini er stórur dentur lagdur á at gera ein einfaldan portal. Hetta er ikki ein søluportalur, men ein amboðskassi, við skjótari og lættari atgongd til vitan og slóðir, sum [...] “Tað er ein stór løta, nú Íverksetaraportalurin alment verður tikin í brúk”, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður. “Íverksetaraportalurin er eitt gamalt ynski, sum tað hevur verið tosað um í nógv ár [...] íverksetaraportalinum er fyrst og fremst at lætta um hjá íverksetarum. Føroyska vinnuframaskipanin eru bygd upp av fleiri eindum. Hesar hava ymiskar uppgávur og serkunnleika á hvør sínum øki, og ofta kunnu
stuðla ítróttarfeløgunum á vestara armi á fjørðinum, sigur Tóra Joensen, ein av fyriskiparunum. Hon leggur afturat, at tað er ein gyltur møguleiki hjá fólki, ikki bert í nærøkinum, men allastaðni frá, at [...] prisinum er ein t-shirt, til minnis um tiltakið og so skipar Landsverk eisini fyri onkrum leskiligum á mállinjuni. Strekkið Strandavegurin er landsvegur frá skákvegnum oman til Skála bygd og út á Hulk [...] Skála, har Landsverk skipar fyri almennari móttøku við røðum og onkrum løttum ábiti. Annars verður ein ítøkilig skrá fyri alt tiltakið kunngjørd í morgin. Í Faktaboks: FAKTA UM STRANDAVEGIN Longd 4,3 kilometur
Tað munnu vera ómetaliga nógv staðanøvn til í Føroyum, tá ein heil bók sum hendan kann skrivast um staðanøvnini uttangarðs í einari bygd. Tað munnu eisini vera fá sum hætta sær undir eitt so stórt og krevjandi [...] Dalsgaard vita, at tá hann fer í gongd við eina uppgávu, so verður hon fullførd út í æsir. Tað má vera ein rættuligur fongur hjá fólki í Sandoynni at fáa eina slíka bók. Eisini tá hugsað verður um at hetta [...] tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson (1901-1980), sum var lærari í Skálavík. Hann gjørdi eitt gott arbeiði