Ingi Sørensen
Valevni hjá Tjóðveldi
www.tjodveldi.fo/ingi
Hetta er ein beinleiðis reingjan av tí veruliga boðskapinum. Einum boðskapi, sum gongur út
upp á, at forsøma politikararnir at útbyggja miðstaðarøkið, so verður tað ein vanlukka fyri alt landið.
Eisini bygdirnar.
Tí tá fara føroyingar í stórum tgali at velja Føroyar frá og rýma av landinum.
Men tað merkir sjálvandi ikki tað sama sum at avtaka útjaðaran. Tvørturímóti so er ein
sterkur miðstaður FORTREYTIN fyri at útjaðarin kann mennast.
Eg smæðis ikki við at siga at bygdarlívið er sjálvur mergurin í føroyska samleikanum. Uttan
eitt livandi bygdarlív, eru Føroyar ein skuggi av sær sjálvum.
Og tí skulu vit sjálvandi gera alt, ið gerast kann fyri at skapa trivnað, varðveita og útbyggja
bygdirnar. Sum áður sagt: Tað er tað bygdarsliga, sum ger Føroyar coolar. Og soleiðis skal tað
framhandandi vera.
Og bygdirnar – ja tær hava vakstarmøguleikar.
Tak bara ferðavinnuna. Ferðavinnan fer í framtíðina at gerast eitt uppaftur størri partur av
føroyska búskapinum, og tá umræður ferðavinnu rúma útjaðarin og bygdirnar teir allar størstu
møguleikarnar.
So lat okkum smoyggja upp um ermar og við professionellari hjálp seta ferð á útbyggingini av
ferðavinnuni, sum kann geva bygdunum kring landið arbeiði og framtíð.
Tað vil eg kempa fyri!
Men okkara høvuðsstaður og miðstaðarøkið MUGU fáast at virka við betri
bústaðarmøguleikum og lokkandi arbeiðsplássum. Tey eru dynamoin í samfelagsmaskinarínum. Tey
eru hjartað, sum skal pumpa blóð út í hvønn krók og skal geva føroyingum neyðugu avbjóðingarnar
og møguleikarnar í framtíðini.
So at teir ikki stinga í sekkin – og rýma av landinum.
So lat okkum koma víðari. 80 % av landinum hevur fingið fast samband. Tað má gangnnýtast!
Lat okkum ikki brúka óneyðugar kreftir við at seta bygd upp móti bý og bygdarmenn móti
havnarmonnum. Lat tað í mesta lagi vera í spølni.
Skulu vit ikki enda sum Hetland við 20.000 fólkum mugu vit broyta gamlan hugsunarhátt. Lat
okkum tveita tann gamla borgarakrígslíkjandi hugburðin langt út um 200 fjóðringar.
Tað er í 12.tíma at vit øll smoyggja upp ermar og fara at arbeiða fyri Føroyum. Og at vit tora
at gera tær raðfestingar, ið eru lívsneyðugar. Fyri alt okkara land.
Tað lovi eg at arbeiða fyri.
Lati okkum fáa fer á Føroyar