Vilja vit Føroyar sum stættarsamfelag?

Bjørt Samuelsen, tingkvinna
---------

At umleggja okkara skattaskipan til flatan skatt, verður ein grundleggjandi uppgerð við okkara vælferðarsamfelag. Gjógvin millum vælbjargin og fátøk fer eftir fáum árum at gerast ógvusliga djúp, og Føroyar verða eitt rættuligt stættarsamfelag.

Nýggja samgongan hevur tvey aðalmál. Annað er at geva ein trivaligan skattalætta, ið einki gevur teimum, sum tørva mest. Eitt pikka líti sindur til tey í miðjuni, og øðiliga nógv til tey, sum longu eru best fyri. Hitt málið er at gera okkum meira bundin av donskum veitingum, fyri millum annað at fíggja skattalættan.

Tá nógv minni kemur í landskassan, mugu partar av vælferðartænastunum í framtíðini byggja á brúkaragjøld. Har verður eingin vegur uttanum. Vit fara at flyta okkum yvir í eitt samfelag, har summi hava ráð til allar neyðugar heilsu- og almannatænastur, men onnur ikki.

Sosialur ójavni kostar
Føroyar eru eitt av heimsins sosialt mest jøvnu samfeløgum. Fá eru øðiliga rík, og nøkur fá eru veruliga fátøk. Tey allar flestu liggja í breiða miðskaranum. Tað er ikki av tilvild, at norðurlendsku samfeløgini eru bygd á eina samhaldsfasta skipan, har borgararnir eftir førimuni gjalda til felagskassan. Eitt javnari samfelag tryggjar, at øll hava somu tilboð um ókeypis almanna- og heilsutænastur. Tað ger, at ikki alt ov ógvusligur munur verður á heilsustøðu, miðallivialdri, útbúgvingarstøði og liviumstøðum sum heild.

Hóast ikki fullfíggjað, so er ein hampilig sosial javnvág, sum fyribyrgir ov stórari ónøgd og harvið eisini ófriði. Tí eru hesi samfeløg eisini friðarlig samfeløg. Hetta er ein av orsøkunum til, at vit í Føroyum hava lítið av kriminaliti.

Skattalætti má venda rætt
Tað er ikki burturvið at geva skattalættar í trongum tíðum. Tvørturímóti. Skattatrýstið á vanligari lønarinntøku, er ov høgt, og tí gav eisini Tjóðveldi í okkara valskrá lyfti um eina skattaumlegging. Men, lættin má venda soleiðis, at hann veruliga ger liviumstøðurnar lættari, og gevur mest har, sum tørvurin á er størstur – til dømis hjá barnafamiljum. Hetta er samstundis búskaparliga tað klókasta, tí hesir pengar fara beint útaftur í virksemi og forbrúk, sum stimbrar búskapin.

Ætlaði skattalættin hjá BADH stimbrar nógv minni, enn hann kundi gjørt, og fer at skapa víðfevndan sosialan ójavnvág. Vilja vit gera Føroyar til eitt samfelag við stórum stættarmuni? Vóni at fólksins svar er eitt rungandi NEI!