Ókeypis sterkt øl í Rúsuni í dag

Fyri fyrstu ferð í 32 ár er í dag aftur loyvt at drekka sterkt øl Føroyum – so sum góða gamla Elephantin frá Carlsberg. Tað skal hátíðarhaldast, heldur løgmaður.

Hóast Rúsan ikki hevur opið sunnudag, so hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, givið Rúsini undantaksloyvi at hava opið í dag, sunnudagin 1. apríl, tá Rúsan í Havn hevur opið sum leygardagin, frá klokkan 10 - 14.

– Hetta er ein so stórur dagur fyri so nógvar føroyingar, sum hava bíðað í 32 ár fyri at sleppa aftur at drekka góða gamla Elephantin. Vit kunnu ikki – bara tí at 1. apríl er ein sunnudagur – vera bekent at lata Føroya fólk bíða líka til í morgin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sum tí hevur givið Rúsuni í Havn undantaksloyvi til at hava opið í dag. Hann vísir á, at tá løgtingið fríggjadagin setti allar tíðarfreistir til viks fyri at fáa ølsøluna upp á pláss, so er tað so nátúrligt, at løgmaður eisini gevur Rúsini hetta undantaksloyvi.

Løgmaður sigur, at orsøkin til, at tað bara er Rúsan í Havn, sum hevur fingið undantaksloyvi er, at slík mál hava størstan týdning fyri havnarfólk.

– Á bygd hugsa fólk øðrvísi. Tey fara í kirkju og á møti, og teimum kemur als ikki til hugs at drekka øl sunnudag, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.

– Og so avmarka vit útreiðslurnar við ikki at lata allar Rúsurnar hava opið í dag. Eg havi eisini sagt við Allan Skaalum, at landsstýrið bara vil gjalda fyri 100 tey fyrstu, sum fáa ein ókeypis »six-pack« av Elephanti, sigur hann.

Allan Skaalum, stjóri í Rúsini er sera fegin um hetta tilboðið frá løgmanni.

– Hetta er ordiliga gott. Vit høvdu als ikki hugsað um hendan møguleikan, og tí hava vit ikki biðið um undantaksloyvi at hava opið í dag. Men tá løgmaður ringdi til mín í vikuni og spurdi, um tað ikki var eitt gott hugskot at bjóða ókeypis Elephant-øl í dag – sum Føroya Landsstýri rindar fyri – kundi eg ikki annað enn taka av, sigur Allan Skaalum, sum er sera fegin um, at vit hava ein so umhugsnan løgmann.