Palli Dalsgaard - bók um staðanøvn uttangarð í Skálavík

Palli Dalsgard í Skálavík, sum fylti 75 ár mánadagin 14. juli, hevur givið út áhugaverdu bókina "Staðanøvn uttangarðs í Skálavík og litir á seyði". Bókin er prýdd við myndum, sum vísa nøkur av staðanøvnunum og við kortum, sum vísa hvar tey ymisku støðini eru

Tað munnu vera ómetaliga nógv staðanøvn til í Føroyum, tá ein heil bók sum hendan kann skrivast um staðanøvnini uttangarðs í einari bygd. Tað munnu eisini vera fá sum hætta sær undir eitt so stórt og krevjandi arbeið, sum hetta í veruleikanum er. Men tey sum kenna Palla Dalsgaard vita, at tá hann fer í gongd við eina uppgávu, so verður hon fullførd út í æsir. Tað má vera ein rættuligur fongur hjá fólki í Sandoynni at fáa eina slíka bók. Eisini tá hugsað verður um at hetta er tilfar, sum hevur ligið í nógv ár. Tá løgtingið eftir kríggið setti eina staðanevnd at taka sær av at savna inn tilfar um staðanøvn, varð heitt á lærarar í teimum ymisku bygdunum um at taka sær av hesi uppgávu. Ein teirra var Leifur Tróndarson (1901-1980), sum var lærari í Skálavík. Hann gjørdi eitt gott arbeiði og fekk góða hjálp frá staðkendum fólki. Tá Leifur doyði, 78 ára gamal í 1980, lá nógv skrivligt tilfar um staðanøvn uttangarðs í Skálavík eftir hann. Tað bleiv so Palli Dalsgaard, sum átók sær uppgávuna at geva út bókina við staðanøvnunum uttangarðs í Skálavík.
Leifur Tróndarson, sum savnaði tilfarið, hevur skrivað um hvørt einstakt staðanavn , hví tað eitur so, og um søgnina sum møguliga er knýtt at navninum, hetta hevur Leifur gjørt við sínum serstaka málburði. Tíðirnar broytast, fyrr vóru staðanøvnini ein nátúrligur partur av gerandisdegnum, fólk gingu nógv í haganum, bæði millum bygdir og í sambandi við arbeiði. Øll kendust við staðanøvnini og høvdu tey á munni hvønn einasta dag. Í dag ganga fólk lítið í bø og haga, staðanøvnini fáa frið, tí ongin hevur brúk fyri teimum longur.
Talan er um eina sera snøgga og væl úr hondum greidda bók við nágreiniligari frágreiðing um staðanøvnini uttangarðs í Skálavík. Bókin er eisini prýdd við myndum, sum vísa nøkur av staðanøvnunum og við fullfíggjaðum kortum sum vísa nágreiniliga hvar tey ymisku støðini eru. Aftast í bókini skrivar Palli um lit á seyði, hetta er er eisini tilfar, sum Leifur Tróndarson hevur savnað.
Bókin er 88 síður , hon er prentað á Dimmalætting í 400 eintøkum. Hon fæst til keyps í bókabúðunum í Havn og á Mølini í Skálavík.