Í hesum døgum er tiltakið Heystfagnaður á Eiði. Tiltakið byrjaði í gjár við fyrilestrum, og í kvøld er pallborðsfundur og felags Gekka-spæl í miðhøllini í skúlanum.
- Hetta er ein tíð, sum mong gleða seg til, og her á Eiði vilja vit gera burtur úr hesum. Hetta er tíðin, tá skurðfjøllini verða gingin, og har fjallgongur, fletting og seyðaprát fyllir nógv kring um í bygd og bý.
Alda Egilstrøð Magnussen, ein av fyriskiparunum, vísir á, at seyður og fletting eisini seta sín serstaka dám á skránna fyri Heystfagnaðin á Eiði.
- Her er mangt á skrá, sum hevur við heystið at gera, og støðið verður náttúrliga tikið í seyði, seyðahaldi og fletting.
Hon sigur, at seyðasýning, føroyameistarakapping í fletting, hespukapping, og rullu-og kjøtpylsukapping eru partur av forvitnisligu skránni.
- Her verða eisini verkstaðir til børn og ung, eitt nú við tøving og evnan av ymiskum prýði úr horni. Tey, sum hava hug at royna seg, fáa leiðbeining frá dugnaligum fólki.
Alda Egilstrøð Magnussen sigur, at tann stóri dagurin á Heystfagnaðinum á Eiði verður í morgin, leygardagin. Hon heldur, at tað, sum ger Heystfagnaðin so serliga hugnaligan er, at tiltakið er niðri í gomlu bygdini og í neystunum.
- Fólk, sum eiga neystini og fornminnisfelagið, sum varðar av nøkrum av gomlu húsunum, hava øll verið serstakliga lagalig. Vit hava ruddað nøkur av neystunum og hava gjørt tey hugnalig.
Hon sigur, at ein kúgv verður flett Eysturi á Hamri tíðliga seinnapartin í morgin, og hetta er triðja árið, at kúgv verður flett.
- Hetta hevur havt stóran áhuga, sum eitt av fyrstu tiltøkunum á skránni leygardag. Føroyameistarakappingin í fletting fer fram á einum stórum vogni í morgin seinnapartin.
Í flettikappingini verða fyrst innleiðandi kappingar, og síðan verður ein finala millum bestu flettarar í hvørjum bólki.
- Tað eru royndir flettarar, sum døma, og her ræður ikki bara um skjótleika, men eisini, hvussu væl tummað og flett verður annars. Flettast skal upp á gamlan máta, og eitt nú skulu vilini eisini dragast.
Alda Egilstrøð Magnussen sigur, at føroyameistarakappingin í fletting hevur stóran áhuga - ikki bara millum fólk í Eiðis kommunu, men fólk eru eisini komin aðrastaðni, bæði at luttaka og fylgja kappingini.










