Eru ikki serliga heit fyri tankanum um at veksa munandi um bygdina

Møguleikarnir í sjálvari bygdini eru avmarkaðir, og omanfyri er veðrið ov ringt

Fólk á Velbastað eru ikki serliga hugað fyri at brúka grótið í Sandoyartunlinum til at gera fleiri útstykkingar oman fyri bygdina.

 

Tað er eitt úrslit, ið kom burtur úr borgarafundinum á Velbastað í gjár, har býráðið vildi hoyra frá bygdarfólkinum í Kirkjubø og á Velbastað sjálvum, hvat tey hildu, at alt tað nógva grótið, sum kemur úr Sandoyartunlinum skal brúkast til. Av tí sama leggur býráðið dent á, at enn er ongin avgerð yvirhøvur, tikin um, hvat grótið skal brúkast til.

 

Ein tanki hevur verið at brúka grótið til at útvega fleiri byggiøki við tí endamáli at veksa um bygdina. Í tí sambandi hevði ein arkitektur spælt sær við nakrar tankar um, hvussu tað kundi gerast. Hansara hugsan var, at Velbastaður skuldi varðveita sítt sermerki sum ein bygd og tí heldur hann ikki, at ein vanlig útstykking við einum longum vegi, og húsum báðu megin við, var loysnin.

 

Heldur skeyt hann upp at leggja smáar býlingar runt umkring ímillum áirnar, so at tær kundu renna í frið, og býlingarnir kundu so vera ymiskir í stødd, alt eftir, hvat hildið var at vera hóskandi. Talan kundi eisini vera um býlingar við sethúsum, tvíhúsum ella raðhúsum, ella við eini samanrenning av fleiri møguleikum.

 

Men tað kom eisini fram, at møguleikarnir fyri at gera slíkar útstykkingar eru avmarkaðar. Niðri í bygdini er lítið pláss, og nógvastaðni er tað eisini bratt. Og samstundis gjørdi Rólvur Djurhuus á Búnaðarstovuni vart við, at lendið er landsjørð og eftir lógini kann velt landsjørð ikki takast til byggilendi, tí landsins myndugleikar hava sett sær fyri at varðveita tað syndrið av veltum bøi, sum er í landinum. Tað er eisini mannagongdin, at vánaligt lendi verður selt fram um gott lendi.

 

– Í sambandi við tankarnar um at brúka grótið til útstykkingar, skal nokk so fitt av veltari jørð takast til endamálið,  men tað letur seg ikki at gera eftir lógini, sigur umboð fyri búnaðarstovan.

 

Skal byggjast á Velbastað, verður sostatt neyðugt at fara uttangarðs. Men fólk á Velbastað, sum søgdu sína hugsan um hetta, hildu ikki, at tað er ráðiligt at fara nógv longur niðan við bygdini, tí har er ov vindhart og ov kalt.