Rennarar innvíga nýggjan veg

Leygardagin 17. november fer Landsverk at taka í nýtslu eitt nýtt vegastrekki. Talan er um vegastrekkið millum bygdirnar Skála og Strendur. Í hesum sambandi hava ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum skipað fyri heilsurenning

HEILSURENNING

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Landsverk fer leygardagin at taka í nýtslu eitt nýtt vegastrekki millum bygdirnar Skála og Strendur, og í hesum sambandi hava ítróttarfeløgini á vestara armi á Skálafjørðinum skipað fyri heilsurenning.


Vóna góða undirtøku

Heilsurenningin byrjar kl 12 leygardagin, og fyrireikararnar Tóra Joensen og Andras Danielsen, meta at øll kunnu luttaka í hesum tiltaki.

-Teinurin er somikið stuttur, at vit vænta at bæði børn og gomul, heilsuáhugaði og fólk trillandi við barnavognum, o.s.v. koma at luttaka og á tann hátt eisini stuðla ítróttarfeløgunum á vestara armi á fjørðinum, sigur Tóra Joensen, ein av fyriskiparunum. Hon leggur afturat, at tað er ein gyltur møguleiki hjá fólki, ikki bert í nærøkinum, men allastaðni frá, at koma at vera saman um nakað sunt, og samstundis stuðla ungdóminum í ítróttarfeløgunum á vestara armi á Skálafjørðinum.


Stuðul

Kostnaðurin á tiltakinum er bert 100 krónur fyri vaksin og 50 krónur fyri børn, og pengarnar fara óskalaðir til raksturin av ítróttarfeløgunum á vestara armi á Skálafjørðinum. Við í prisinum er ein t-shirt, til minnis um tiltakið og so skipar Landsverk eisini fyri onkrum leskiligum á mállinjuni.


Strekkið

Strandavegurin er landsvegur frá skákvegnum oman til Skála bygd og út á Hulk á Strondum.

Samlaða longd uml. 4,3 km. Vegbreidd: 7,0 m koyribreyt við 1,5 m breiðari vegøksl í bæði borð.

Strandavegurin er partur av framtíðarhøvuðsvegakervinum í Føroyum, sum lýst í Samferðsluætlanini fyri Føroyar 2008-2020.


Hátíðarhald

Tá hendingar av hesum slagi koma fyri er vanligt við hátíðarhaldi, og so er eisini í hesum førinum.

Áðrenn Strandavegurin letur upp, fara fólk at renna og ganga frá har, gamli vegurin kemur í tann nýggja á Strondum og eftir øllum tí nýggja vegnum. Kl. 13.00 klippur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, snórin og so fer eitt bilafylgi eftir nýggja vegnum til Strendur og aftur, og beinleiðis oman í cafeteria í ítróttarhøllini á Skála, har Landsverk skipar fyri almennari móttøku við røðum og onkrum løttum ábiti.

Annars verður ein ítøkilig skrá fyri alt tiltakið kunngjørd í morgin.



Í Faktaboks:


FAKTA UM STRANDAVEGIN

Longd 4,3 kilometur

Breidd 7,0 metur

Vegøksl 1,5 metur báðumegin

Kostnaður 51,8 milliónir krónur