og tað helt nýggi leiðarin var ein góð byrjan. ? Skulu vit røkka úrslitum er altavgerandi, at vit eru góð til at samstarva, segði Christian Olsen á móttøkuni. Borgarstjórin í Klaksvík helt eisini stutta
gjár, prentar í fyrstu útgávuni eina nýggja veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt. Kanningin vísir, at Tjóðveldisflokkurin er størsti flokkur við 25,9%, Javnaðarflokkurin næstur við 24,4%, Sambandsflokkurin [...] á 2,5% í mun til seinasta val. Báðir andstøðuflokkarnir høvdu fingið hvør sín tingmann afturat, so at Sambandsflokkurin hevði fingið sjey og Javnaðarflokkurin átta tingmenn.
aðrastaðni í blaðnum, so sýnir Rokskaparanalysan 2000 hjá KPMG, at bæði søla og vinningur hjá føroyskum fyritøkum stendur í vøkstri. Umframt at hetta sjálvsagt er ein góð støða hjá virkiseigarunum, so sæst
á tí økinum, har tarvurin skal sleppast. Økið verður býtt upp í so nógvar teigar, sum fólk hava hug at keypa, og tann fyrsti lorturin, sum kemur úr tarvinum avgerð, hvør teigur hevur vunnið kappingina. [...] nú keypa teigar á økinum á Kambsdali, og leygardagin klokkan 15.00 verður tarvurin sendur inn á økið at gera sína uppgávu í spælinum.
byrjaðu hesa samkomu, sum kallast Getsemane. Tey hava møti runt í húsunum hjá hvørjum øðrum, av tí at tey ongan møtisal hava enn. Tey eru umleið 20 á møti sunnukvøldið, nógv av teimum hava verið á bíbliuskúla [...] hevur eisini bíbliutíma, sum er hjá honum hvørt leygarkvøld kl 19.00. Teirra visión er fyrst og fremst at vera eitt heim fyri tey, sum ikki hava nakað andaligt heim. Men tey hava vent seg serliga til ungdómin
sum vitiligt er. Og aðalfundurin gjørdi eisini nøkur heilt konkret vinnupolitisk tilmæli, sum til ber at lesa á heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á Internetinum. Adressan er: www.industry.fo Nevnd [...] fyri inntøkujavning í skatti og Føroyar sum kunningarsamfelag. Tíðindablaðið Sosialurin fer seinni at gera meira burtur úr ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
nn, frá Flemmini Mikkelsen, viðvíkjandi serskatting av hjúnum. Samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast. Áðrenn tingfundurin var lokin klokkan 17, boðaði tingformaðurin frá [...] Atkvøðugreiðsla um fyrispurningin var á tingfundinum í gjár, og samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at hann skuldi svarast.
Freistin fyri at lata inn uppskot var úti 1. februar, og er dómsnevndin nú farin til verka. Inn eru komin átta uppskot, sum nú verða viðgjørd av dómsnevndini og ráðgevarum hennara. Í dómsnevndini sita: [...] lærari á Tekniska Skúla Skrivari hjá dómsnevndini er: Tórálvur Weihe, arkitektur Dómsnevndin væntar at vera liðug við arbeiði sítt hesa vikuna, og verður úrslitið síðani almannakunngjørt.
g í Listaskálanum í Havn. Tað er Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, sum fer at sýna fram verk hjá sær, og hetta er fyrsta ferðin, at hon hevur serframsýning í Listaskálanum. Sigrun er fødd á Eiði, ho er útbúgvin
eiga oljuna: Teir eiga jú "Smirul" !!!! Einaferð droymdi Fárao, at hann stóð við Nilánna og sá sjey feitar kýr koma upp úr ánni og leggjast at eta á áarbakkanum. Síðan sá hann sjey rakar kýr koma upp úr ánni