Sigrun hevur framsýning

Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen sýnir í hesum døgum fram listarverk hjá sær í Listaskálanum í Havn

Í dag klokkan 16.00 letur um listaframsýning í Listaskálanum í Havn.

Tað er Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen, sum fer at sýna fram verk hjá sær, og hetta er fyrsta ferðin, at hon hevur serframsýning í Listaskálanum.

Sigrun er fødd á Eiði, ho er útbúgvin á Tekniskúlanum hjá Askou Jensen á Glyptotekinum í Keypmannahavn. Hon hevur somuleiðis gingið á málara- og grafikkskúlanum á Kunstakademinum í Keypmannhavn.

Síðani miðskeiðis í sjeytiárunum hevur Sigrun sýnt fram á Eiði og í Havn, og hon hevur millum annað verið við á Ólavsøkuframsýningum og Várframsýningum.

Hon hevur eisini sýnt fram í Danmark og Svøríki.

Tíðin í Eysturgrønlandi frá 1992 til 1998 hevur givið henni stóran listarligan íblástur, og í fjør hevði hon framsýning í Grønlandi.

Framsýningin er til 24. apríl.