Einaferð var tað.....

Ja, einaferð var tað ein skotti...... Nú er so skítfult til av teimum. Einaferð var tað ein revagarður...

Ja, einaferð var tað ein skotti...... Nú er so skítfult til av teimum. Einaferð var tað ein revagarður.... ja, einaferð var tað eitt flakavirki. Einaferð var tað ein tunnil, og einaferð runnu áirnar á vestursíðuni á Funningsfirði eystureftir. Einaferð var tað ein oljuhavn..... vælsignaðu menn og brøður: Latið suðuroyðingar eiga oljuna: Teir eiga jú "Smirul" !!!!

Einaferð droymdi Fárao, at hann stóð við Nilánna og sá sjey feitar kýr koma upp úr ánni og leggjast at eta á áarbakkanum. Síðan sá hann sjey rakar kýr koma upp úr ánni og eta hinar sjey fyrru og vóru líka rak. Faroe vaknaði av dreyminum og sovnaði aftur. Ja, einaferð var tað ein kúgv........ og einaferð var tað ein føroyingur!!!!!!


Frits Johannesen

Fuglafjørður