Tað vóru André Matras, Poul Nicolaj Steinberg og Eivinn Bringsberg, sum byrjaðu hesa samkomu, sum kallast Getsemane.
Tey hava møti runt í húsunum hjá hvørjum øðrum, av tí at tey ongan møtisal hava enn. Tey eru umleið 20 á møti sunnukvøldið, nógv av teimum hava verið á bíbliuskúla í Bergen.
Poul Nicolaj hevur verið á bíbliuskúla í Filipininum. André er pastor í samkomuni, men allir tríggir leiða. Mikukvøldið, einaferð um vikuna, samlast kvinnurnar.
Poul Nicolaj hevur eisini bíbliutíma, sum er hjá honum hvørt leygarkvøld kl 19.00. Teirra visión er fyrst og fremst at vera eitt heim fyri tey, sum ikki hava nakað andaligt heim. Men tey hava vent seg serliga til ungdómin, og vilja vísa honum á Jesus, siga tey.










