Klaksvík: ?Nú byrjar ein nýggjur túrur við nýggjum og royndum fólkum.
Hetta segði formaðurin í nevndini fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum, Finn Johannessen, á móttøku fyri nýggja leiðaranum í Norðoya Kunningarstovu.
Christian Olsen tók við nýggja fulltíðarstarvinum á Kunningarstovuni hósdagin, og tá var móttøka í býráðshúsunum í Klaksvík, har Kunningarstovan heldur til.
? Kvotan er eins stór, tólini eru nútímansgjørd, og vit skulu eisini royna nýggjar leiðir, segði Finn Johannessen.
Samstarv
Fleiri enn 150 fólk vóru til almennu móttøkuna í Norðoya Kunningarstovu, og tað helt nýggi leiðarin var ein góð byrjan.
? Skulu vit røkka úrslitum er altavgerandi, at vit eru góð til at samstarva, segði Christian Olsen á móttøkuni.
Borgarstjórin í Klaksvík helt eisini stutta røðu, og ferðavinnuumboð úr høvuðsstaðnum bóru eisini heilsan til nýggja leiðaran.










