Føroya Arbeiðsgevarafelag havt aðalfund

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund fríggjadagin. Nevndin varð afturvald

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevði aðalfund um vikuskiftið. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vai, og vórðu teir báðir afturvaldir.

Nevndin skipaði seg eftir aðalfundin, og hon heldur fram óbroytt. Vilhelm M. Johannesen er formaður, og Kristoffur Laksá er næstformaður. Hinir nevndarlimirnir eru Johan Páll Joensen, Magni Arge, Leivur Michelsen, Gudmundur Mortensen og Bergur Poulsen.

Á aðalfundi hjá Arbeiðsgevarafelagnum verða stór vinnumál og samfelagsmál annars umrødd, sum vitiligt er. Og aðalfundurin gjørdi eisini nøkur heilt konkret vinnupolitisk tilmæli, sum til ber at lesa á heimasíðuni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag á Internetinum. Adressan er: www.industry.fo

Nevnd verða til dømis útbjóðing av almennum uppgávum, fiskivinnupolitikkurin, barnaansing, møguleiki fyri inntøkujavning í skatti og Føroyar sum kunningarsamfelag.

Tíðindablaðið Sosialurin fer seinni at gera meira burtur úr ársfrágreiðingini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.