Freistin fyri at lata inn uppskot var úti 1. februar, og er dómsnevndin nú farin til verka.
Inn eru komin átta uppskot, sum nú verða viðgjørd av dómsnevndini og ráðgevarum hennara.
Í dómsnevndini sita:
Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, formaður
Leivur Hansen, býráðsformaður í Tórshavn
Egon Øregaard, skúlastjóri á Tekniska Skúla í Tórshavn
Ragnar Magnussen, skúlastjóri á Føroya Handilsskúla í Tórshavn
Hendrik Dahl, vararektari á Føroya Studentaskúla og HF-skeiði
Reiulf Ramstad, arkitektur úr Noregi
Gunnleyg Durhuus, arkitektur
Ráðgevarar eru:
Rúna Hilduberg, deildarstjóri í undirvísingar- og mentamálastýrinum
Gloria Kalsø, handilsskúlalærari
Jens Frederiksen, studentaskúlalærari
Eirikur Suni Danielsen, lærari á Tekniska Skúla
Skrivari hjá dómsnevndini er:
Tórálvur Weihe, arkitektur
Dómsnevndin væntar at vera liðug við arbeiði sítt hesa vikuna, og verður úrslitið síðani almannakunngjørt.