Tingfundurin týsdagin hevði eittans høvuðsmál á skránni, og var hetta aðalorðaskifti um frágreiðing frá løgmanni um uttanlandsmál 1999/2000. Frágreiðingina, sum er løgtingsmál nummar 101-5/1999, legði løgmaður fram á tingfundinum 26. januar í ár.
Á skránni fyri tingfundin týsdagin, sum var nummar 45 hesa tingsetuna, var eisini atkvøðugreiðsla um fyrispurning nummar 100-20/1999 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Flemmini Mikkelsen, viðvíkjandi serskatting av hjúnum. Samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skuldi svarast.
Áðrenn tingfundurin var lokin klokkan 17, boðaði tingformaðurin frá fyrispurningi nummar 100-21/1999 til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum. Atkvøðugreiðsla um fyrispurningin var á tingfundinum í gjár, og samtykt varð uttan atkvøðugreiðslu, at hann skuldi svarast.