gott innlit í støðuna hjá flotanum, sum er undir fiskidagaskipanini. -Ein skuldi trúð, at tingfolk viðgjørdu seriøst, hvat í gerast skal. Tað er ikki so einfalt sum bara at minka dagatalið, og so er alt [...] neyðarróp og ongin, sum setur seg inn í tilfarið, er í iva um, at her má okkurt gerast. Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at øll tingmanningin las hetta skjalið, skrivar Reiðarafelagið, sum er komið til ta [...] at hóast frágreiðingina hevur tingmanningin ikki gott innlit í støðuna hjá tí partinum av flotanum, sum er undir fiskidagaskipanini.
ov nógvar kirkjur í danska høvuðsstaðnum, í mun til tey sum ganga í kirkju! Tað heldur í øllum stiftsráðið í biskupsdøminum í Keypmannahavn, sum ætlar at lata beint niðanfyri 20 kirkjur aftur. Henda avgerð [...] eisini verið frammi. Semja er um, at tær skulu ikki enda sum matvøruhandlar ella barrir. Óhugsandi er tí ikki, at onkrar, um ikki allar kirkjurnar sum skulu latast aftur, verða rivnar niður. [...] nin hittist til fund at tosa um hetta og onnur mál. Avgerðin varð einmælt. Millum tær kirkjurnar, sum eftir øllum at døma verða stongdar med alla er Sámuelskirkjan. Í hesi kirkjuni hava mangir føroyingar
Tríggir ungdómar, ein genta, sum er 17 og tveir ungir menn fyrst í 20-unum, vóru í hesum húsunum í Hokkesund í Noregi í dag, tá ein propanfløska sprongdist í luftina. Sum myndin vísir, fór annar stovuveggurin [...] til kanningar. Sum skilst, hevur eingin av teimum trimum fingið varandi likamlig mein, tó at spreingingin var rættiliga hørð. Ein av teimum ungu hevði tikið plastikkið av propanfløskuni, sum skuldi brúkast [...] Hetta var ein stór fløska, og hildið verður, at propan er likið út í rúmið. Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í kvøld.
ning, sum Fréttablaðið og Stöð 2 hava gjørt, vísir, at 56,4 prosent av teimum, sum hava tikið støðu, ætla sær at velja Ólaf, og at 34,1 prosent ætla sær at velja Þóru Arnórsdóttir. Valevnið, sum fekk [...] kanningini, er Ari Trausti Guðmundsson, sum fekk 5,8 prosent. Yvirhøvur hevur Ólafur Ragnar Grímsson fingið ta størstu undirtøkuna í teimum meiningakanningunum, sum eru gjørdar, men í onkrari kanning stóð
uttanríkisráðharrin Amr Moussa tann, sum hevur bestu møguleikarnar. Hann er eisini kendur sum aðalskrivari í Arabisku Samgonguni. Men Abdel Moneim Aboul Fotouh, sum er fyrrverandi limur í Islsmska Bróð [...] men bara nakrir fáir hava ein veruligan møguleika at vinna. Øll valevnini eru menn, og teir fýra, sum hava bestu møguleikarnar, eru í meðal 67 ára gamlir. Nakrar meiningakanningar eru gjørdar, men tað [...] Bróðurskapinum, tykist eisini hava ein møguleika, og hinir báðir, ið verða nevndir sum møguligur vinnari, eru Ahmed Shafik og Mohammed Morsi.
undir at viðgera málið ímóti fýra monnum, sum eru ákærdir fyri at hava ætlað at leypa húsini hjá Jyllandspostinum á Ráðhúsplássinum og at drepa so mong starvsfólk sum gjørligt. Allir menninir eru búsitandi [...] annað at brúka loyniligar ljóðupptøkur, sum danska løgreglan gjørdi í íbúðini í Herlev, har tríggir av monnunum blivu tiknir. Haraftuat brúkar ákæruvaldið upptøkur, sum svenska trygdartænastan SÄPO gjørdi [...] teir fýra menninir ætlaðu at leypa á Jyllandspostin á Ráðhúsplássinum og at drepa so mong starvsfólk, sum til bar.
Talið á teimum, sum fáa krabbamein, fer at veksa sera nógv í komandi árum. Tað sigur IARC, sum er krabbameinsdeildin hjá heimsheilsustovninum WHO, í einari nýggjari frágreiðing. Deildin sigur, at vøksturin [...] stendur í frágreiðingini hjá IARC, sum hevur høvuðsskrivstovu í franska býnum Lyon. Serfrøðingar halda, at talið á krabbameinstilburðum fer at veksa næstan 80 prosent í londum sum Kina og India hetta til 2030 [...] verður serliga stórur í menningarlondunum, tí búskaparligur framburður fer at fáa fólk har at liva sum fólk í Vesturheiminum við ósunnum mati og lítlari rørslu. -Krabbamein er longu tann týdningarmesta
svarar til 0,75 prosent av tí, sum stendur á bók. Serfrøðingar siga, at enn er eingin vandi á ferð, men at gongdin er sera óheppin. Sum skilst vilja fólk tryggja sær sum mest av evrum, um tað skuldi hent [...] Politiski ruðuleikin í Grikkalandi, sum nú hevur elvt til nýval í næsta mánað, hevur fingið fólk at kenna seg ótrygg, og nógvir grikkar hava verið í bankanum og tikið sínar pengar út. Bretska blaðið Financial [...] og hetta er fyrsti tingfundurin síðani valið. Tinglimirnir kunnu longu fyrireika seg til nývalið, sum verður tann 17. juni.
er Tórshavnar býráð, sum skal geva slíkt byggiloyvi, men kommunan hevur onga heimild at nokta honum at taka húsini niður, um tað skuldi verið. Tað er byggisamtyktinin fyri økið, sum er grundarlag fyri slíkum [...] Havnini, í býlinginum úti á Reyni í Havn, er ein serlig byggisamtykt, sum hevur strangar ásetingar um, hvussu húsini skulu skipast, og sum hevur eitt varðveitingarligt endamál. Levi Mørk, býráðslimur, hevur [...] hevur tosað um at gera serliga byggisamtykt fyri gomul hús í Havn, sum ikki koma undir hesa byggisamtykt. Hoyri samrøðu við Levi Mørk, formann í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráð:
27 milliónir fólk kring heimin liva sum trælir. -Hóast USA og onnur lond hava bannað trælahaldi fyri mongum árum síðani, eru tað framvegis fólk í mongum londum, sum eru trælir, segði Hillary Clinton, [...] lond, og sagt verður, at av teimum 185 londunum eru tað bara 33, sum til fulnar lúka krøvini um lóggávu ímóti mannahandli. Tey londini, sum hava gjørt minst fyri at lúka krøvini, eru Lýðveldið Kongo, Libya [...] legði frágreiðingina fram í gjár. Hon segði, at tað eru bæði menn og kvinnur, dreingir og gentur, sum eru trælir, og at teirra søgur minna okkum á, hvussu eirindaleys og kensluleys menniskjan kann vera