Tríggir ungdómar, ein genta, sum er 17 og tveir ungir menn fyrst í 20-unum, vóru í hesum húsunum í Hokkesund í Noregi í dag, tá ein propanfløska sprongdist í luftina. Sum myndin vísir, fór annar stovuveggurin úr húsunum, og tveir aðrir veggir fóru eisini av lagi.
Annar av ungu monnunum varð fluttur á sjúkrahús, tí hildið varð, at hann hevði fingið gass í seg. Hini bæði fóru til læknavaktina til kanningar. Sum skilst, hevur eingin av teimum trimum fingið varandi likamlig mein, tó at spreingingin var rættiliga hørð.
Ein av teimum ungu hevði tikið plastikkið av propanfløskuni, sum skuldi brúkast til upphiting. Hetta var ein stór fløska, og hildið verður, at propan er likið út í rúmið.
Tað er norska Dagbladet, sum ber hesi tíðindi í kvøld.










