Grikkar taka pengarnar út

Politiski ruðuleikin í Grikkalandi, sum nú hevur elvt til nýval í næsta mánað, hevur fingið fólk at kenna seg ótrygg, og nógvir grikkar hava verið í bankanum og tikið sínar pengar út.

Bretska blaðið Financial Times vil vera við, at fólk hava tikið meiri enn 1,2 milliard evrur úr bankunum. Tað svarar til 0,75 prosent av tí, sum stendur á bók. Serfrøðingar siga, at enn er eingin vandi á ferð, men at gongdin er sera óheppin. Sum skilst vilja fólk tryggja sær sum mest av evrum, um tað skuldi hent, ay Grikkaland fer burtur úr evrusamstarvinum og vendir aftur til tað gamla gjaldoyrað, drakmur.

Grikska tjóðartingið kemur saman í morgin, og hetta er fyrsti tingfundurin síðani valið. Tinglimirnir kunnu longu fyrireika seg til nývalið, sum verður tann 17. juni.