Forsetaval í Egyptalandi

Í dag og í morgin er forsetaval í Egyptalandi, og hetta er fyrstu ferð í landsins longu søgu, at egyptar sleppa at velja landsins leiðara.

Ikki færri enn 13 valevni stilla upp, men bara nakrir fáir hava ein veruligan møguleika at vinna. Øll valevnini eru menn, og teir fýra, sum hava bestu møguleikarnar, eru í meðal 67 ára gamlir.

Nakrar meiningakanningar eru gjørdar, men tað er ivingarsamt, hvussu álítandi tær eru, tí meiningakanningar hava ikki verið vanligar í Egyptalandi. Eftir teimum frægastu kanningunum er fyrrverandi uttanríkisráðharrin Amr Moussa tann, sum hevur bestu møguleikarnar. Hann er eisini kendur sum aðalskrivari í Arabisku Samgonguni.

Men Abdel Moneim Aboul Fotouh, sum er fyrrverandi limur í Islsmska Bróðurskapinum, tykist eisini hava ein møguleika, og hinir báðir, ið verða nevndir sum møguligur vinnari, eru Ahmed Shafik og Mohammed Morsi.