Í einari nýggjari frágreiðing hjá amerikonsku stjórnini um mannahandil og trælahald stendur, at næstan 27 milliónir fólk kring heimin liva sum trælir.
-Hóast USA og onnur lond hava bannað trælahaldi fyri mongum árum síðani, eru tað framvegis fólk í mongum londum, sum eru trælir, segði Hillary Clinton, uttanríkisráðharri, tá hon legði frágreiðingina fram í gjár. Hon segði, at tað eru bæði menn og kvinnur, dreingir og gentur, sum eru trælir, og at teirra søgur minna okkum á, hvussu eirindaleys og kensluleys menniskjan kann vera.
Amerikanska frágreiðingin umrøður 185 lond, og sagt verður, at av teimum 185 londunum eru tað bara 33, sum til fulnar lúka krøvini um lóggávu ímóti mannahandli. Tey londini, sum hava gjørt minst fyri at lúka krøvini, eru Lýðveldið Kongo, Libya, Norðurkorea, Saudiarabia og Sýrialand.










