Skuldu leypa á Jyllandspostin

Í dag fer rætturin í Glostrup í Keypmannahavn undir at viðgera málið ímóti fýra monnum, sum eru ákærdir fyri at hava ætlað at leypa húsini hjá Jyllandspostinum á Ráðhúsplássinum og at drepa so mong starvsfólk sum gjørligt. Allir menninir eru búsitandi í Svøríki.

Men ætlanin bleiv avdúkað, og tríggir av monnunum vórðu tiknir í Herlev tann 29. desember í 2010. Tann fjórði maðurin varð tikin í Svøríki.

Í rættinum fer ákæruvaldið millum annað at brúka loyniligar ljóðupptøkur, sum danska løgreglan gjørdi í íbúðini í Herlev, har tríggir av monnunum blivu tiknir. Haraftuat brúkar ákæruvaldið upptøkur, sum svenska trygdartænastan SÄPO gjørdi í einari íbúð í Stockholm.

Sambært donskum fjølmiðlum skulu upptøkurnar prógva, at teir fýra menninir ætlaðu at leypa á Jyllandspostin á Ráðhúsplássinum og at drepa so mong starvsfólk, sum til bar.