Ein skrivstovubygningurin skal byggjast á staðnum, har húsini hjá Hákuni Djurhuus, fyrrverandi løgmanni stóðu. Eigarin av húsum eigur eisini grannahúsini, og hann hevur søkt býráðið um loyvi at byggja ein skrivstovubygning á báðum grundunum.
Tað er Tórshavnar býráð, sum skal geva slíkt byggiloyvi, men kommunan hevur onga heimild at nokta honum at taka húsini niður, um tað skuldi verið. Tað er byggisamtyktinin fyri økið, sum er grundarlag fyri slíkum loyvi.
Í gomlu Havnini, í býlinginum úti á Reyni í Havn, er ein serlig byggisamtykt, sum hevur strangar ásetingar um, hvussu húsini skulu skipast, og sum hevur eitt varðveitingarligt endamál.
Levi Mørk, býráðslimur, hevur tosað um at gera serliga byggisamtykt fyri gomul hús í Havn, sum ikki koma undir hesa byggisamtykt.
Hoyri samrøðu við Levi Mørk, formann í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar býráð: