Løgtingið ikki innlit í støðuna hjá flotanum

Sambært Reiðarafelagnum vísti orðaskiftið í Løgtinginum um fiskidagarnar, at tingmanningin hevur ikki gott innlit í støðuna hjá flotanum, sum er undir fiskidagaskipanini.

-Ein skuldi trúð, at tingfolk viðgjørdu seriøst, hvat í gerast skal. Tað er ikki so einfalt sum bara at minka dagatalið, og so er alt so gott, skrivar Reiðarafelagið á heimasíðu síni.

Sagt verður, at fyri skjótt trimum mánaðum síðani bóru umboð fyri húkaflotan løgmanni og fíggjarmálaráðharranum eina frágreiðing um støðuna hjá línubátunum.

-Hetta er eitt regulert neyðarróp og ongin, sum setur seg inn í tilfarið, er í iva um, at her má okkurt gerast. Tað skuldi verið ein sjálvfylgja, at øll tingmanningin las hetta skjalið, skrivar Reiðarafelagið, sum er komið til ta niðurstøðu, at hóast frágreiðingina hevur tingmanningin ikki gott innlit í støðuna hjá tí partinum av flotanum, sum er undir fiskidagaskipanini.