Vanliga hoyra vit, at rúsevni verða smuglað til Føroya við Norrønu ella um flogvøllin í Vágum, men smuglað verður eisini á annan hátt.
Tað skrivar Taks í tíðindaskrivi í dag.
Í vikuni hava tollarar hjá TAKS lagt hald á fýra kilo av hassji, sum roynt var at smugla til Føroya við fraktskipi.
Málið er nú latið løgregluni.










