vaktarskip fyri í ár. Men harafturat hevur landsstýrið biðið um eina eykajáttan uppá 16 milliónir í ár. Tað málið er í fíggjarnevndini. Verður tað játtað, eru 33 milliónir tøkar til nýtt vaktarskip í ár. Ætlanin [...] kinesisk, ein norsk og so tær báðar føroysku, sum hava givið tilboð í felag, tann í Havn og tann á Skála. Seinastu tíðina hevur umsitingin í fiskimálastýrinum samráðst við tær tríggjar skipasmiðjurnar og hevur [...] Ætlanin er at skriva undir sáttmálan í ár. Og tað er upplýst í tinginum, at skipið verður eitt sindur bíligari, um einar 30 milliónir verða útgoldnar í sambandi við sjálva undirskrivingina.
hon fer í skúla um morgunin, tí okkara arbeiðsdagur byrjar tíðliga. Men tá ið eg kom heim í fjør høvdu vit stórar trupulleikar og tá var eg við at sálast yvir støðuna í Føroyum. Eg var einsamøll í byrjanini [...] skuldi byrja í einum leiðarastarvi. Eg fekk ikki dóttrina í dagrøkt, eg hevði trupulleikar við at finna eina arbeiðsgentu, hon slapp ikki í fyrsta flokk sum ætlað og alla tíðina rendi eg meg í ein múr. Av [...] varð sett til at seta í verk nøkur nýggj ting, sum eg havi arbeitt við í Danmark, tað var tað sum gjørdi meg skikkaða til starvið og tað ætli eg mær at liva upp til. Skúlin er í eini broytingartíð og at
ælaveðri. Hitin millum 1 og 5 stig. Í gjár Eitt lágtrýst, 985 hPa, í ein landnyrðingi úr Føroyum fer eystureftir, og køld luft av norði treingir seg inn yvir Føroyar. Í dag: Seinnapartin sunnudagin treingir [...] Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind høgt. Skýggjað, men einstøk kavaæl. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig. Sunnudagin: Gul til stívt andøvsgul høgt, út á dagin minkandi, móti náttini [...] við regni, seinni klárar hann nakað í við ælaveðri. Hitin millum 1 og 5 stig. Týsdagin og mikudagin: Vaksandi aftur til hvassan vind av suðri, sum út á dagin hækkar upp í vestan. Skýggjað við regni ella ælaveðri
Mineiro var í Føroyum og vitjaði á ólavsøku í 1986. Tá spældu teir móti einum býliði úr Havn, og nógv halda framvegis, at betri fótbóltsspæl enn tað, brasilska liðið vísti tá, ikki er sæð í Føroyum síðani. [...] Í fjør vandi ein brasiliumaður nakrar ferðir við HB, meðan hann var í Føroyum og ferðaðist, men eftir hvat hesin greinaskrivarin veit, verður tað fyrstu ferð, at tað koma menn úr Brasilia til Føroyar [...] B68 í 1999. Teir spældu báðir við 2. deild hjá B36 í ár, men fingu ikki nógva spælitíð á 1. deildarliðnum. Tað hevur kortini ikki bert verið tilgongd hjá B68, síðani landskappingin endaði fyrst í oktober
sýningini í 1982 havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Norðurlandahúsinum, í Sens í Fraklandi, og verið við á Vár- og Olavsøkuframsýningum. Philippe er førddur í Borgogne í Fraklandi í 1953. Hann [...] er útbúgvin fotografur og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og hevur síðani 1982 arbeitt burturav sum listamaður - stóra partin í Føroyum. Í samband við framsýningina er eisini ein plakat komin av
botnfisk undir Føroyum, fáa árliga hesar upphæddir í stuðli: Skip, sum eru bygd í 1977 ella seinni skuldu fáa 900.000 kr. í part. Og skip, bygd í 1976 ella fyrr, skuldu fáa 650.000 kr. í part. Trolararnir [...] seinni, undir Føroyum og fiska og fimm eru bygdir í 1976 ella fyrr. Javnaðarflokkurin metir, at verður hetta uppskotið samtykt, fer tað at kosta landskassanum í mesta lagi: ?5.225.000 kr í 1998, ?10.125 [...] fiskar Javnaðarflokkurin sigur, at síðani íløgustuðulin varð tikin av í mars mánaði í ár, hevur fiskiflotin undir Føroyum stórt sæð ongan stuðul fingið síðani. ? Tíbetur hevur fiskiskapurin hjá flestu
Hann klárar eitt sindur í og ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 6 stig. Mikudagin: Upp í hvassan vind av útsynningi, út á dagin lækkar hann í sunnan og minkar niður í gul til stívt andøvsgul. Skýggjað [...] ælaveður. Hitin millum 2 og 7 stig. Í gjár Eitt djúpt lágtrýst, 975 hPa, við landsynningspartin av Grønlandi dýpist spakuliga og brúgvaløg haðani fara í ein eystan móti Føroyum. Í dag: Eitt minni lágtrýst fer [...] Veðrið í dag: Upp í hvassan vind av útsynningi, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin snarar hann í sunnan ella landsynning, skýggjað og sum frálíður regn av útsynningi. Um náttina aftur útsynningur við somu
málið fekk í Fimmaranum mikudagin? Tingfólkið er tvørskurður av fólkinum í Føroyum. Tú kanst siga, at tingið er ein spegilsmynd av samfelagnum. Um fólk halda so lítið um tingfólkið, sum tey í útvarpinum [...] lønarhækkingar á arbeiðsmarknaðinum í komandi lønarsamráðingum. Finnbogi Ísakson, tingformaður, er ikki vónsvikin av móttøkuni sum uppskotið hevur fingið í fjølmiðlunum og í sendingini mikudagin. Hann tekur [...] Bjarni Djurholm, formaður í fíggjarnevndini, sigur, at álitið verður skrivað júst sum vit tosa saman, og at hann einki kann siga um innihaldið í álitinum, sum seinnapartin í gjár varð lagt fram. Tvørpolitiskt
fegnast um at vera mitt í rokanum. Moses Løvstad er undir útbúgving niðri í Danmark. Útbúgvingin tekur 4 ár og skiftir millum skúlagongd í Helsingør, ið er einasti skúli fyri bátasmiðir í Danmark, og starvslæru [...] eisini niðri í Týsklandi. Tað er sjálvsagt lættari hjá okkum at koma til viðskiftafólki, enn tað er hjá teimum at flyta bátin til Bornholm, sigur hann. Moses og pápi hansara vóru í Føroyum í august mánaði [...] Danmarkar. Men tá ið Henriksen doyði, og hvørki børnini ella abbabørnini høvdu áhuga í bátinum, bleiv hann standandi í einum neysti í mong ár. Henriksen familjan hevði eitt summarhús á Bornholm, og soleiðis bleiv
á Nørrebro í Keypmannahavn. Hann er annars sangari í bólkinum Hate Speech Gerst tú nógv við tónleik niðri? ? Ikki so nógv í løtuni, men tað verður helst meira. Vit eru tríggir niðri, men í løtuni mangla [...] tú niðri? ? Lesi tónleik á konservatoriinum í Århus. Tónleikurin eg lesi er poppur, rokkur og jazzur. Umframt at spæla nógv í skúlanum, so spæli eg eisini í fýra orkestrum - so tað gongur við fullari ferð [...] stórt. Tað er ikki sum í Føroyum har veðurlagið er tað sama um alt landið. Hugsa vit um norðuritalia - Alpurnar, har er sjálvandi kalt og fólk standa á skíð allan veturin, men í sunnara partinum er er