Seinastu árini hevur B68 leitað sær uttanlands eftir spælarum at styrkt um sítt 1. deildarlið. Royndirnar hava ikki verið góðar, men á Toftum ásanna tey, at um liðið skal vera millum tey ovastu, er neyðugt við styrki uttanífrá.
Og eisini næsta ár verða tað ikki bert føroyingar, sum fara at manna liðið hjá B68, ið hevur vunnið føroyameistaraheitið tríggjar ferðir í lutfalsliga stuttu søgu felagsins ? seinast í 1992.
Talan er um tveir spælarar úr Brasilia, og hetta ljóðar sum vera man sera spennandi. Tað má sigast at vera rættiliga forkunnugt, at brasilskir fótbóltsspælarar spæla við føroyskum liðum. Tey sum eru nóg gomul, munnu minnast, tá brasilska liðið Atletico Mineiro var í Føroyum og vitjaði á ólavsøku í 1986. Tá spældu teir móti einum býliði úr Havn, og nógv halda framvegis, at betri fótbóltsspæl enn tað, brasilska liðið vísti tá, ikki er sæð í Føroyum síðani.
Í fjør vandi ein brasiliumaður nakrar ferðir við HB, meðan hann var í Føroyum og ferðaðist, men eftir hvat hesin greinaskrivarin veit, verður tað fyrstu ferð, at tað koma menn úr Brasilia til Føroyar bert fyri at spæla fótbólt við einum føroyskum liði.
Niclas Davidsen, formaður í B68, er eisini spentur upp á framtíðina. Tá vit spyrja hann, um hetta stigið er ráðiligt, eftirsum B68 ikki hevur havt so góðar royndir av útlendskum spælarum, svarar hann:
? Eg roknaði við, at tú fór at seta handa spurningin, men gjøgnum árini hava vit fingið fleiri góðar kontaktir, og sambandið millum okkum og hesar báðar er komið frá álítandi kontaktum, sigur Niclas Davidsen.
Sum oftast borgar Brasilia fyri góðari góðsku, tá tað kemur til fótbóltsspælarar, og hesir báðir, sum nú koma til B68 ? annar er miðvallari og hin áleypari ? fara ivaleyst at geva føroysku kappingini nakað nýtt og spennandi, og teir fara ivaleyst eisini at styrkja væl um B68-liðið, sum hevur havt misjøvn úrslit seinastu árini.
Tveir B36-arar
eisini til B68
Umframt hesar báðar brasiliumenninir fær B68 eisini styrk úr Havnini. Í ár vóru verjuspælarin Sámal Erik Hentze (fyrr HB) og málmaðurin Magnus Poulsen (fyrr B36) í B68, og tað verða teir aftur næsta ár. Harumframt fara teir báðir B36-ararnir Finn Mørk og Fróði Clementsen eisini at spæla við B68 í 1999. Teir spældu báðir við 2. deild hjá B36 í ár, men fingu ikki nógva spælitíð á 1. deildarliðnum.
Tað hevur kortini ikki bert verið tilgongd hjá B68, síðani landskappingin endaði fyrst í oktober mánaði. Fyrr í ár gjørdist greitt, at Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen skulu spæla við B36 næsta ár, og tað hoyrist framvegis, at Jákup Eli Hansen fer at spæla við øðrum av høvuðsstaðarliðunum komandi ár, allarhelst í HB, har ein annar fyrrverandi B68-ari, Súni Fríði Johannesen, hevur spælt í ár.