Jólaskipið Norröna

Tað var í bítandi kulda, at Norröna skúmaði síðsta teinin inn um Molan tíðliga mánamorgunin. Klokkan var akkurát farin av hálvgum átta, tá endarnir vóru blakaðir í land, og á bryggjuni stóð rúgva av fólki og bíðaði. Hóast reyðar nasar, so var lagið gott. Umborð á størsta jólaskipinum nakrantíð í føroyska flotanum vóru 450 ferðafólk og 100 bilar, ið øll ætla sær at halda jól í Føroyum

Orð og myndir: Jonhard Hammer


? Man kennir seg so tryggan, tá Norröna kemur móti landi. Eitt skip veist tú altíð hvat er, helt ein mamma, sum bíðaði eftir lesandi dótturini, fyri.

Longur yviri grótu tey av gleði, tá nú tey aftur hittust. Hesaferð gekst so long tíð ímillum ? eitt heilt ár, og nú var gott at hava føroyskt basalt undir fótum, og so gleðistár eru glað tár.

? Eg gleði meg at koma heim til góðan føroyskan mat. Og mín sann um vit ikki eisini helst fáa kavajól. Tað eru vit ikki von við, helt ein bygdarmaður fyri.

Um túrin sjálvan vóru fólk eitt sindur ójøvn á máli. Onkur helt tað rullaði dekan ov nógv, meðan onnur søgdu, at hetta var fínasti túrur ? serliga tá hugsað verður um, at vit eru mitt í desember.

Tað fyrsta kvøldið setti føroyski harmonikutónleikurin sín dám á. Jú, longu her vóru Føroyar í eygsjón, hóast ikki var komið til Hetlands enn. Føroyingar og harmonikuvalsir hava altíð gingið ? fyri ikki at siga dansað ? í somu takt, og soleiðis var eisini hetta kvøldið.


Hans Petur í Brekkunum. Hvat fær teg heim at vitja á jólum?

? Heim at vitja familju og vinir og annars at hugna sær heima á jólum.

Hvat gert tú niðri?

? Lesi tónleik á konservatoriinum í Århus. Tónleikurin eg lesi er poppur, rokkur og jazzur.

Umframt at spæla nógv í skúlanum, so spæli eg eisini í fýra orkestrum - so tað gongur við fullari ferð alla tíðina.

Fert tú komin heim at spæla?

? Tað er ikki heilt greitt - møguliga. Vanligt er, tá vit koma heim, so finna aðrir tónleikarar upp á eitt ella annað, og so verður okkurt fyrireikað - og um onkur ringir, so eri eg sjálvandi klárur, sigur saxofonisturin Hans Petur í Brekkunum.


Anna Sofía og Helgi í Brekkunum er foreldur Hans Petur:

Hvussu er at fáa sonin heim til jóla?

? Tað er deiligt - óalmindiliga stuttligt at fáa dreingirnar heim til jóla, sigur Helgi, sum er pápi Hans Petur, og hann leggur afturat, at hin sonurin, Trúgvi, eisini er komin heim.

Verður tað so tónleikur heima á jólum?

? Ja, tað plagar tað at vera, sigur Anna Sofía.

? Vit eru øll aktiv í tónleikalívinum, so tað er ikki so nógvur tónleikur heima, tá vit hava frí, sigur Helgi.

Anna Sofía leggur afturat, at teir ikki hava stundir at vera so nógv heima, tí teir hava so nógvar vinir at vitja.

Hvussu halda tit jól?

? Tað er sum altíð í Føroyum - ja, sum tey allar flestu. Jólini skulu vera traditionel.

Er tað gott, at sonurin kemur heim við Norrönu, heldur enn við flogfari?

? Ja, hetta er eitt útmerkað tiltak?


Jákup Pauli Gaard Olsen. sangari og kokkalærlingur

Tann annars so villi sangarin, Jákup Pauli, lærir til kokk á Resturant Front Page á Nørrebro í Keypmannahavn. Hann er annars sangari í bólkinum Hate Speech

Gerst tú nógv við tónleik niðri?

? Ikki so nógv í løtuni, men tað verður helst meira. Vit eru tríggir niðri, men í løtuni mangla vit trummuspælaran, sum kemur niður um eitt hálvt ár. Tá ætla vit at stremba eftir at fáa eina fløgu út.

Hvat fær teg at koma heim á jólum?

? Tað er familja og vinir. Vit fara at halda jól sum vanligt heima við allari familjuni. Og vit fara í kirkju á midnátt.

? Vit vera ikki at síggja á nýggjárskonsertini, tí vit hava ikki fyrireikað nakað.

Elgeir Olsen er pápi Jákup Paula:

Hvussu er tað at fáa sonin heim til jóla?

? Tað er altíð gott at fáa hann heim til jóla - tað kanst tú ætla. Vit hava glett okkum nógv, og mamman hevur stákast í fleiri dagar. Tað er altíð hugnaligt at fáa sonin heim.

Hvat heldur tú um tiltakið við Norrönu?

? Hatta er ein góð loysn, sum eisini avlasta flúgvingina.

? Fær mamman frí á jólum, nú Jákup Pauli lærir til kokk?

? Tað verður helst ikki akkurát so, men hann fer helst at hjálpa til og geva mammuni góð hugskot.

Maud Simonsen er úr Fuglafirði og Fabian úr Italia:

Maud hevur verið og ferðast í Italia, har hon hevur møtt Fabian. Hann sigur, at tað er spennandi at koma til Føroyar, tí hann hevur ongantíð verið her fyrr.

Er veðrið ørðvísi her enn í Italia?

? Nú er Italia so stórt. Tað er ikki sum í Føroyum har veðurlagið er tað sama um alt landið. Hugsa vit um norðuritalia - Alpurnar, har er sjálvandi kalt og fólk standa á skíð allan veturin, men í sunnara partinum er er verðurlagið betri.

Sum italiumaður, so áttu tú at verið áhugaður í fótbólti?

Nú fer Fabian at grína og sigur:

? Nei, eg hava als ongan áhuga fyri fótbólti, men vit hoyra nógv um fótbólt í Italia, men mín áhugi hevur verið fyri flogbólti, sum eg havi spælt í níggju ár.


Runi Fuglsang er úr Svendborg í Danmark:

? Hvussu var túrurin?

? Eg haldi, at túrurin gekk væl. Men eg svav stórta partin av túrinum - eg haldi at eg lá í seingini í 25 tímar. Eg hevði ikki sjóverk, men eg haldi at eg vera so linur av sjóverktablettunum.

? Er hetta fyrstu ferð tú ert í Føroyum?

? Ja, tað er tað - men avgjørt ikki síðstu ferð. Fólkið tykist sera blítt, og landslagið er vakurt.