Eirikur Lindenskov
Philippe hevur síðani hann fyrstu ferð sýndi fram á Ólavsøkuframsýningini í 1982 havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Norðurlandahúsinum, í Sens í Fraklandi, og verið við á Vár- og Olavsøkuframsýningum.
Philippe er førddur í Borgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin fotografur og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og hevur síðani 1982 arbeitt burturav sum listamaður - stóra partin í Føroyum.
Í samband við framsýningina er eisini ein plakat komin av einari av myndunum, Havnar kirkja sædd av Vaglinum.
Framsýningin er opin hvønn dag frá 14-18 fram til 4. januar, tá er stongt jólaaftan, jóladag og nýttársaftan.