jólasøluna, men ikki vil siga, hvussu nógv meirsølan er í ár, í mun til í fjør. Mads Andreas Winther, stjóri í Elding: Sølan í ár hevur gingið væl, men í ár er ein broyting, tí nú brúka fólk meira pening til [...] bókahandil: Ein lítil framgongd er at hóma í søluni í ár, sammett við í fjør. Fólk hava meira eftir í lønarposanum í ár til gávukeyp, men tað hava tey eisini havt størsta partin av hesum árinum. Jólasølan [...] størri enn í fyrrárið. Poli Persson, stjóri í Radiohandlinum: Jólasølan hevur hilnast væl í ár, og vit fara at selja væl meira enn í fjør. Vit selja sjónvarp, video, parabolir og sterioanlegg í prísum frá
pensionistaskeiðið í ár, og vísir á, at næmingarnir altíð eru sera virknir og tíma væl at vera við í teim tiltøkum, ið standa á tímatalvuni. Millum annað hava pensionistarnir gjørt morgunfimleik í fimleikarhøllini [...] eisini ein annar valdsstaður í samfelagnum vitjaður. Her er talan um politigarðin, har tey eldru fingu innlit í, hvussu løgreglan arbeiðir. Ein onnur áhugaverd vitjan, var vitjanin í Restorff?s Bryggjaríi, har [...] m.a. vitjanir til ymsik áhugaverd støð í Havnini, handaligt arbeiði, fyrilestar, drama og veitsla. Løgmaður Millum vitjanirnar, ið eru á tímatalvuni, er ferð út í Tinganes, har vitjað verður hjá løgmanni
standardskipanir. Sosialurin vitjaði í KT-Stovuni á fjórðu hædd í Sjómansheiminum í Havn í gjár. Og var tað nakar sum helt, at Sjómansheimið var ómodernað, so er tað í hvussu so er ikki soleiðis longur - [...] kundunum, sigur Ólavur Ellefsen, sum er stjóri í VIT, ið hevur tíggju fólk í starvi. VIT er ein KT-fyritøka (kunningartøkni), sum varð stovnað á heysti í 1996. ? Vit hava alla tíðina lagt stóran dent á [...] framleidda borði, sum Bygningssnikkaravirkið í Havn hevur gjørt. Samskiftið í hásæti ? Vit hava valt at seta samskiftið millum skeiðleiðara og skeiðluttakarar í hásæti, sigur Ólavur Ellefsen. Hann greiðir
teirra koma at verða nógv keyptar, bæði í Føroyum og uttanlands. Tey siga, at um nakar hevur áhuga fyri leikum teirra, kunnu tey seta seg í samband við Ting Form í Havn. [...] teirra egnu børnum. Væl nøgd Vit hava verið ein túr í dagsstovninum Lítlaskógi í Havn, ið hevur keypt nakrar av leikunum, ið Ting Form hevur at selja. Í Lítlaskógi eru børnini sera glað fyri hesar nýggju [...] á javnvágsrulluni í ganginum. Hendan javnvágsrullan ger, at børnini menna síni javnvágsevni, og gongur hetta sera væl, tí børnini spæla ógvuliga nógv á rulluni, siga námsfrøðingarnir í Lítlaskógi. Selja
eru 2 fólkatingsmenn valdir í Føroyum og 2 í Grønlandi, men hann lat vera við at siga, at sambært § 32, stk. 5 kann fólkatingið samtykkja at strika hesi mandatini. Tá tað í grundlógini eru ásett, at tað [...] um grudlógina. Í §1 í grundlógini stendur, at hon er galdandi fyri alt Danmarkar ríki, men tá kann hon jú ikki vera galdani fyri Føroyar, tí tær eru uttanfyri danska ríki. Tað sum ikki er í danska ríkinum [...] hinar ásetingarnar um Føroyar, sum eisini eru í grundlógini burtur. Fólkatingsmenninir verða í § 32, stk. 5 valdir við serligari lóg, har ásett er, nær hon kemur í og nær hon fer úr gildi. At samtykkja, at
illa statt í Føroyum, at ein nevnd, sum skal innstilla rithøvund og verk hansara til slíka virðisløn, ikki kann mannast av øðrum enn rithøvundum?! Og er tað veruliga so illa statt í Føroyum, at Jógvan [...] tók áhugaverdu samrøðuna upp fríggjadagin í Vikuskiftis-sendingini hjá Suna Merkistein! Tá ið eg í innihaldsyvirlitinum hoyrdi, at samrøða fór at verða við lim í innstillingarnevndini til norðurlendsku [...] siðursælu sína í oyrað! Eisini í hesi samrøðuni verður lurtarin rúsaður av greiðu og sjálvsøgdu avgerðini hjá Jógvani Isaksen at stilla Jóanis Nielsen inn til norðurlendsku virðislønina í ár, nakrar fáar
oljufeløg sum í felag og í samstarvi við føroyskar myndugleikar og stovnar gera ymiskar umhvørviskanningar við atliti til komandi oljuleitingar á føroyskum øki. Umboðsmaður fyri ARCO í Bretlandi nýtti í hesum [...] Alaska, hevði longu í 1997 hug at bjóða føroyskum umboðum til Alaska. Hetta kom kortini ikki í lag tá. Eg fekk innbjóðing til Alaska um miðjan juni mánaða, tá fundur varð hildin í GEM samtakinum. GEM samtakið [...] verða gagnnýtt í føroyskum høpi. M.a. kann eg í hesum sambandi nevna, at frágreiðing er skrivað um, hvussu Alaska hevur greitt síni umhvørvisviðurskifti. Uttan iva eru ymisk viðurskifti í hesum sambandi
Hitin millum 1 og 4 stig. Seinast í tíðarskeiðnum minkar hann vindin og tað slítur í og tað verður heldur lýggjari. Í gjár: Eitt stormlágtrýst sunnan fyri Ísland fer í ein landnyrðing og køld luft streymar [...] streymar eitt skifti av útnyrðingi inn yvir Føroyar. Í dag: Eitt nýtt djúpt lágtrýst tekur seg upp í Norðuratlantshavi og fer fram við í ein útnyrðing úr Føroyum hósnáttina. [...] Veðrið í dag: Skrið ella stormur av vestri. Út á dagin minkandi til gul til stívt andøvsgul tað klárar í, tó ælaveður. Hitin fellur til millum 3 og 6 stig. Veðrið mikudagin: Hann veksur aftur til hvassan
Tony Parris skal vera í Klaksvík í fyribils eitt ár. KÍ-liðið fer annars at síggja nøkulunda tað sama út sum í ár. Zoran Mancic er farin til Royn, men allir hinir verða verandi í Klaksvík, hóast onnur [...] bleiv enskur landsliðsvenjari fyrst í 80-unum), hann hevur verið knýttur at bæði Bolton Wanderers og Crystal Palace í Onglandi, og seinastu árini hevur hann hildið til í USA, har hann hevur verið samskipari [...] fingin í lag. Parris kemur til Føroyar í februar, og hann ber orð fyri at vera ein harður venjari, sum krevur, at spælararnir hjá sær eru væl fyri kropsliga. Venjingin hjá KÍ byrjar eisini longu í januar
at viðgera hesi málini, tí tey snúgva seg um framtíðar støðu okkara í ríkinum ella uttan fyri ríkið. Løgmaður heldur fyri í blaðnum í dag, at vit mugu ikki brúka ov nógva tíð og orku longu nú til at viðgera [...] var við í Tinganesi. Vit vilja enda minna á, at tað var ein ólukka fyri okkum øll, at lítli sjálvstýrisflokkurin slapp at gera av, hvør skuldi í samgongu. Vit at forða javnaðarflokkinum at koma í Tinganes [...] hetta samfelagið skal rekast í framtíðini. Hol er ikki sett á hetta stríð við hesi fíggjarlógini. Men vit fara at fáa tað sum frálíðir. Vit síggja longu, hvussu tingmenn í fólkaflokkinum eru farnir at