Danir og grundlógin

Tað er ikki heilt beint, tá ið Jógvan Sundstein sigur í Sosialinum í gjár, at Føroyar ikki eru nevndar í donsku grundlógini. Føroysku fólkatingsmenninir og støða Føroya verða nevnd bæði í § 28 og í § 32 í grundlógini.

Hóast allur toppurin av danska politiska valdinum hevur fingið tað skeivt í hálsin, so er ikki neyðugt at broyta donsku grundlógina, um Føroyar fáa støðu sum sjálvstøðugt land.

Sambært stýrisskipanarálitinum er hetta ikki neyðugt, og heldur ikki var tað neyðugt, tá ið Ísland í 1918 gjørdi sín sáttmála við donsku stjórnina.

Danska grundlógin sigur í § 19: ?Uden folketingets samtykke kan han (kongur) dog ikke foretege nogen handling, der forøger eller indskrænker rigets område.?

Hetta merkir, at kongur, og tað er stjórnin, ikki einsamøll kann gera av at økja ella avmarkað ríkisins øki, men at mál hesum viðvíkjandi skal leggjast fyri fólkatingið til avgerðar.

Øvugdømi av grein 19 er sostatt, at heimilað er at skilja ein part av ríkinum frá hinum uttan grundlógarbroyting.

Fólkatingið viðger eitt tílíkt mál sum uppskot til samtyktar, ið fær tvær viðgerðir. Síðani verður uppskotið háveldisstaðfest, og hevur tá gildið fram um grudlógina.

Í §1 í grundlógini stendur, at hon er galdandi fyri alt Danmarkar ríki, men tá kann hon jú ikki vera galdani fyri Føroyar, tí tær eru uttanfyri danska ríki.

Tað sum ikki er í danska ríkinum, er grundlógin ikki galdandi fyri, og tí detta hinar ásetingarnar um Føroyar, sum eisini eru í grundlógini burtur.

Fólkatingsmenninir verða í § 32, stk. 5 valdir við serligari lóg, har ásett er, nær hon kemur í og nær hon fer úr gildi. At samtykkja, at føroyingar ikki skulu hava nakran fólkatingsmann stendur sostat dønum frítt fyri uttan at broyta grundlógina.

Vísandi til hetta, sum ma. er umrøtt stýrisskipanarálitinum er so eisini stórsti parturin av røðuni, sum formaðurin í Vinstra, Anders Fog Rasmussen, helt fyri sambandsmonnum 22. okt. í ár torpederað og farið í stumpar og stykki.

Hann royndi at billa sambandsmonnum inn, at tað kravdi eina grundlógarbroyting um Føroyar gjørdust suverenar. Í fyrsta lagi kann hetta vera okkum føroyingu líkamikið, og í øðrum lagi er tað ósatt.

Rætt er, sum han segði, at § 1 sigur, at grundlógin er galdandi fyri alt Danmarkar ríki, men hann lat vera við at siga, at fólkatingið eftir § 19 kann samtykkja at skilja ein part av ríkinum frá restini uttan grundlógarbroyting.

Rætt er eisini, sum hann segði, at eftir § 28 eru 2 fólkatingsmenn valdir í Føroyum og 2 í Grønlandi, men hann lat vera við at siga, at sambært § 32, stk. 5 kann fólkatingið samtykkja at strika hesi mandatini.

Tá tað í grundlógini eru ásett, at tað eru bara hesi mandatini, ið fólkatingið kann strikað, so er tað ein týðilig undirmeting av kunnleikastøðinum hjá føroyingum, ið formaðurin í Vinstra gjørdi seg sekan í, tá ið hann duldi veruleikan, og bar hesi svikaboð inn í sjálvt hjartað á sambandsmonnum á teirra árliga landsfundi.

Ikki at siga allan sannleikan er sum kunnugt at lúgva, og tað mátti verið eitt ússaligt grundarlag undir tí nýggja ríkisfelagsskapinum, ið hann royndi at strika upp við hetta høvið.


Hergeir Nielsen