Fólkaflokkurin farin at prika til tjóðveldið

HEIMASTÝRISLÓG, sjálvstýrislóg og fullveldi. Hetta eru lyklaorðini í føroyskum politikki í løtuni, og fara tey helst eisini at merkja orðaskiftið bæði á tingi og úti í samfelagnum í langa tíð framyvir.

TAÐ er rætt at brúka nógva orku og tíð til at viðgera hesi málini, tí tey snúgva seg um framtíðar støðu okkara í ríkinum ella uttan fyri ríkið. Løgmaður heldur fyri í blaðnum í dag, at vit mugu ikki brúka ov nógva tíð og orku longu nú til at viðgera slíkt sum búskaparligu avleiðingarnar av fullveldi ol. Tí vit hava ikki grundarlagið fyri at tosa um hetta. Tað fáa vit ikki, fyrr enn útgreiningararbeiðið hjá teimum ymsu nevndunum, sum landsstýrið hevur sett, er liðugt. Helst er nógv rætt í hesum, men merkir tað so ikki eisini, at vit heilt áttu at bíðað við øllum tjakinum um stóru spurningarnar, heimastýrislóg, sjálvstýrislóg og fullveldi fyrr enn útgreiningararbeiðið er liðugt, tí okkum manglar so týðandi grundarlag at tosa um sum nettupp framtíðar búskap.


EFTIR okkara tykki er fíggjarlógin eitt gott barometur fyri tí politikki, sum eitt stýri bæði setir út í kortið og ætlar at reka. Ikki minst tá tað eisini er fyrsta fíggjarlógin hjá einum stýri. Vit hava so hoyrt fleiri siga, at henda fíggjarlógin, er als ikki merkt av einum landsstýri, sum vil hava fullveldi.Hetta hava so samgongumenn eisini váttað, eitt nú landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum.


MEN síggjast gerðirnar ikki á fíggjarlógini, so verður ikki spart uppá orðini frá eitt nú fólkaflokkinum um, at nú skal almenni sektorurin skerjast - tað sigur fíggjarmálaráðharrin eisini - skatturin skal lækkast, lønirnar skulu lækka ella standa í stað osfr. Tað verður áhugavert at síggja, hvussu henda samgongan fer at tackla nógvar av hesum umrøddu spurningum, tí vit vita, at eitt er at verða samdir um ein leist móti fullveldi, annað er at semjast um, hvussu hetta samfelagið skal rekast í framtíðini. Hol er ikki sett á hetta stríð við hesi fíggjarlógini. Men vit fara at fáa tað sum frálíðir. Vit síggja longu, hvussu tingmenn í fólkaflokkinum eru farnir at prika sínar samstarvsfelagar í tjóðveldisflokkinum. Áhugavert verður at síggja, hvussu tjóðveldisflokkurin og fólkaflokkurin fara at sampakka sum frálíðir, tá vit vita, hvussu stórur munur er á idologiiunum hjá flokkunum. Eingin ivi er um, at vit skjótt fara at fáa ein uppgerð millum høgra og vinstra í tjóðveldisflokkinum. Tað er bara ein spurningur um tíð til at fólkafloksmenn so smátt fara at seta bólkarnar í tjóðveldisflokkinum upp móti hvørjum øðrum. Hetta hevði ikki borið so væl til, um javnaðarflokkurin var við í Tinganesi. Vit vilja enda minna á, at tað var ein ólukka fyri okkum øll, at lítli sjálvstýrisflokkurin slapp at gera av, hvør skuldi í samgongu. Vit at forða javnaðarflokkinum at koma í Tinganes ruddaði flokkurin eisini slóð fyri einum óhepnum útviklingi í Føroyum.