Schumann Hjaltalin, stjóri í Handiskjarnanum:
Nei, eg hugsi ikki, at júst vørusløgini í okkara handlum, sum selja harra- og damuklæðir, leikur og skógvar, fara at selja meiri í ár, enn í fjør.
Fólk byrjaðu longu at keypa seinast í november, og nú gongur sølan væl, men hugsandi verður meira selt, tá handlarnir fara at hava opið út á kvøldið.
Mín meting er, at sølan fer at liggja umleið eitt pst. hægri í ár, í mun til í fjør.
Tað eru kortini meira peningur millum fólk í ár, men eg hugsi, at tey nú fara at keypa húsbúna, bilar og tílíkt, sum hevur ligið á láni seinastu árini, sigur Schumann Hjaltalin.
Vagn Andersen, stjóri í HN Jacobsen bókahandil:
Ein lítil framgongd er at hóma í søluni í ár, sammett við í fjør. Fólka hava meira eftir í ár, men tað hevur eisini verið týðuligt størsta partin av hesum árinum.
Jólasølan byrjar ikki rættiliga fyrr enn 18. desember, tá vit fara at hava opið um kvøldið. Leysliga mett, vænti eg at vit fara at selja fyri umleið 5 pt. meira enn í fjør, sigur Vagn Andersen, sum eisini metir, at bókin »Villinistíggir», eftir Ólavur Christiansen, verður mest selda bókin í ár.